Rikisfelagsskapurin broytir ikki søguna

22 September 2011
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

Lesi, at ungur maður í lesarabrævi í vikuni boðar frá, at nú eitur (hátíðar) dagurin 15. September (ikki 14. Sept., høv.) Orsøkin er, at henda dag fekk sambandið stórsigur á fólkatingsvalinum. Fegnist altíð, tá ung fólk eru politiskt virkin. Men harmiligt er, tá blokkstuðul skal vera fremsta málið – heldur enn sannføringin um at føroyingar sjálvir hava mátt og megi at ráða og virka í egnum landi. Ymiskt er, hvørji mál fólk seta sær.

Í hansara verð er ein sterkur ríkisfelagsskapur málið, sitat: “Hesin felagsskapur, sum styrkir altjóða virði, skapar tryggleika í samfelagnum, og skapar borgaranum betri livistøði og livikor. Tí við einum tryggum ríkisfelagsskapi skapa vit menning av vinnuni, sum førir við sær búskaparvøkstur, sum síðani gevur okkum ein fólkavøkstur.” Hetta skal verða dagur í viku á hvørjum ári hjá sambandsfólkum.

Sambandsins máttloysi
Sambandsins máttloysi kenna vit øll. Tað syrgiliga er, at her eru eingi stavnhald, ið virkast skulu fyri, nakað at vera errin av, sum vit sjálvi hava skapt, at bróta upp armar, men bert lunnindi, ið hann væntar sær frá dønum sum passisvur móttakari. Hvørki valevni sambandsins í valstríðnum, ella hann siga nakað um, hvat tey skulu gera fyri danir afturfyri. Kanska unglingurin t.d. kann siga okkum, hvussu ríkisfelagsskapurin kann geva okkum búskaparvøkstur og síðani fólkavøkstur.

7 ára vanstýring
Eg haldi at 7 ár við ABC hava tikið allan virkishug frá teim føroyingum, ið vóru á vali og atkvøddu fyri samríkjaflokkunum. Tey hava mist mótið, givið skarvin yvir og eru vorðin líkasæl. Onki riggar, og tað mesta liggur í skeljasori vegna vanstýring. Satt at siga – Tey hava ikki álit á, at samríkisflokkarnir eru førir fyri at gera tað liviligt í Føroyum. Søgan um avrik føroyinga síðani 14. september 1946 broytist ikki fyri tað.

Bergtóra Høgnadóttir