Tjóðveldi hevur aftur og aftur víst á sína ónøgd á almannaøkinum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum umhugsar nú at niðurleggja 33 búpláss til eldri fólk. Hon sigur, at talan er um búpláss, har fólk í dag búgva tvey saman í einum kamari og annars búpláss, sum eru ónøktandi fyribilsloysnir. Sagt verður, at talan ikki er um at koyra fólk út, sum í dag hava eitt búpláss.
Vit hava nógv prógv og dømi um fyribilsloysnir, sum gjørdust permanentar og um ónøktandi búpláss til fólk, sum ikki sjálvi megna at gera vart við vánaligu umstøður sínar. Dømi? Fleiri av bústovnunum til fólk, sum hava menningartarn og ikki at gloyma búplássini á psykiatriska deplinum. Fyribils barakkirnar á Landssjúkrahúsinum havi eg hoyrt um, síðani eg kom í verðina, og tær verða alsamt brúktar.
Eg havi ikki sæð búplássini, landsstýriskvinnan umhugsar at niðurleggja. Men um so er, at landsstýriskvinnan sigur satt, skal hon ikki bert hartast, tá hon umhugsar at niðurleggja eina fyribilsloysn sum er óhóskandi til frama fyri eini betri varandi loysn. Um so er, ber eisini til at siga: Frálíkt! Endiliga ein avgerð, ið røkkur inn í framtíðina.
Javnaðarflokkurin sigur nei
Hans Pauli Strøm hevur ongantíð verið kendur fyri skynsaman fíggjarpolitikk. Men eftir mínum tykki er tað ov ússaligt, at tað einasta hann kann siga um ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni er, at Javnaðarflokkurin fer at siga nei, um ikki landsstýriskvinnan kemur við einum betri útspælið. Hvar meinar javnaðarflokkurin, at hesar 16 milliónirnar, sum Nærverkið skal spara skulu finnast? Javnaðarflokkurin hevur umsitið økið í fimm ár, til verandi landsstýriskvinna tók við. Bíðilistin er ikki ein nýggj avbjóðing, vita vit. Hví kemur Javnaðarflokkurin við fyrrverandi almannamálaráðharranum á odda ikki við einum útspæli? Hví bjóðar ein garvaður fyrrverandi landsstýrismaður ikki til samstarv? Vorðið sum mentorering og samstarvsandi!
Ruggar ikki rætt
Tá tað nú verður sagt, at peningur ikki er til nýggjar brúkarar sum hava tørv á hjálp í heiminum, hvussu ímyndar samgongan sær tá, at finna neyðuga peningin til raksturin til tey 136 røktarheimsplássini sum ætlanir eru um? Talan er um 70 milliónir – árliga! Ivaleyst ópopulert at spyrja, men neyðugt.
Herfyri fingu vit at vita í trivnaðarnevnd løgtingsins, at føroyingar sum koma á røktarheim í miðal búgva har í 4 ár, í grannalondum er talið á leið 2 ár. Aðrastaðni verður farið burtur frá traditionellu røktarheimsbyggingini – her telist hon millum størstu nýggju íløgurnar. Hetta sigur nakað um, at okkurt ikki ruggar rætt. Skil meg rætt, haldi tað vera grátuligt at lesa um røktarsjúklingar, sum verða hurlaðir runt á pleygudeildum, og tey avvarðandi ikki vita, hvar tey finna síni kæru, tá tey koma á vitjan. Slíkt kann ikki góðtakast.
Men okkurt er, sum vit ikki gera rætt. Ivasamt er, um rættast at byggja hópin av røktarheimsplássum, sum vit ikki hava ráð til at manna – meini so við, eitt røktarheimspláss kostar 1500 kr dagliga í rakstri – sum er hava vit ikki ráð til at bjóða teimum heimabúgvandi, sum hava alstóran tørv nóg mikið av hjálp í heiminum. Longu sum er, verður spart inn á bein á økinum. Hvussu skulu vit tá fáa endarnar at røkka saman framyvir?
Eiga ungmannafeløgini svarini á eldraøkinum?
Eg eigi ikki øll svarini, men tað vit gera er ikki nóg gott. Og tað verður ikki betri, um vit politikarar bert seta okkum upp afturá, hendur í favn og siga: ”Tú mást finna eina aðra loysn, annars siga vit nei!” Kanska vit skuldu biðið politisku ungmannafeløgini um hjálp – tey tykjast at evna tvørpolitiskt samstarv so fyrimyndarliga nógv betri enn fleiri okkara, sum í dag manna tingið.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
tingkvinna