Ræðandi arbeiðslag

1 March 2011
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

Í Degi og Viku í kvøldbleiv sagt, at landsstýriskvinnan í almannamálum vildi halda karmarnar á fíggjarlógini, og tí letur økisdepilin í Vági upp 1. september. Ljóðar mikið skilagott – UM talan var um eina útreiðslu vit einki vistu um, tá karmarnir fyri í ár sóu dagsins ljós. Fylgjan er tó, at økisdepilin í Vági fyri sálarsjúk ikki letur upp fyrr enn í september, hóast hann er klárur at flyta inn í 1. mai! Tað merkir, at tey sum hava tørv á hesum nýggja bústaði koma at bíða enn longur.


Ljóðar margháttligt, atlandsstýriskvinnan forsvarar at heimið hjá nógvum sálarsjúkum skal standa tómt í fleiri mánaðar!Talan er jú ikki um eina brádliga útreiðslu, depilin hevur verið í gerð í fleiri ár! Tí skuldi hædd sjálvandi verið tikin fyri hesum á fíggjarlógini í ár.


Um tørvurin er nóg stórur, mátti landsstýriskvinnan kýtt seg, so hesi fólkini sluppu inn í sítt nýggja heim sum skjótast


Sjálv setti eg fyrispurning um økisdepilin í Vági á tingfundi í farnu viku. Spurdi tá landsstýriskvinnuna, um hon ætlaði at koma við einari eykajáttan so depilin kundi lata upp 1. mai. Eisini spurdi eg, um hon vildi mæla samgonguni til at taka undir við einari slíkari eykajáttan, um tingfólk løgdu uppskot fram um tað. Nøkur okkara høvdu nevniliga eitt slíkt í umbúna. Svarið eg fekk var, at ivasamt var, um neyðugt var við nakrari eykajáttan, tí so nógv ógreið viðurskifti vóru. Leiðari var ikki settur enn og ógreitt var, hvørji búfólkini sum skuldu inn vóru, og hvussu samansetingin skuldi vera.


Vit skriva nú 1. mars og framvegis eru øll hesi viðurskifti ógreið – skilji tað ikki. Her ruggar ikki rætt. Og eg haldi heldur ikki at tað ljóðar sum landsstýriskvinnan hevur kýtt seg ella kempað fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.Hetta málið undrar megog harmar meg almikið.


Kann vera, at frymilin verður hin sami, tá øll røktarheimini, sum nú eru í gerð skulu takast í nýtslu? Kann vera at landsstýriskvinnan tá sigur: ”hettar kostar eina hálva millión um árið fyri hvørt búfólk, so vit mugu bíða við at latra upp?” Ræðandi arbeiðslag!