Nú døtur mínar sova so søtan og valið er útskrivað, siti eg og hugsi.
Flutti heim um ársskiftið 2005, tí eg var so heppin at hava fingið starv sum sosialráðgevi á Psykiatriska Deplinum. Tað var meiningsfult, læruríkt og eg kendi meg hepna. Varnaðist skjótt, at menniskju búðu har – á Psykiatriska Deplinum - sum áttu at fingið pensjón, men bert fingu á leið ein túsundkrónuseðil um mánaðin í lummapengum. Tey høvdu mist pensjónina, tí tey høvdu verið á deplinum í meir enn 6 mánaðar. Orsøkin til at tey høvdu búð har so leingi var, at eingin annar bústaður var til taks hjá teimum. Eg hugsaði við mær sjálvari, at hetta var ’for langt úti’. Hetta mátti broytast og bleiv eitt av høvusðmotivum mínum fyri at stilla upp til løgtingsvalið í 2008. Tá vardi meg ei, at umframt hesi fólkini vóru mong onnur á røktarheimum og stovnum – ja heili 390 fólk tilsamans sum fingu lummapening.
Tá Tjóðveldi fór upp í arbeiðið at gera eina pensjónsnýskipan settu vit sum krav, at um vit skuldu vera við í arbeiðinum at broyta pensjónsviðurskiftini hjá føroyingum var kravið at hesi, sum fingu lummapening skuldu hava pensjón. Hetta var ein fortreyt fyri pensjónsreforminum í okkara hugaheimi.
Nú siti eg her. Havi verið í andstøðu størsta partin av valskeiðnum og ofta havi eg havt kensluna: Geri eg nakran mun her?
Men í kvøld, í kvøld kennist tað meiningsfult og gleðiligt. Kenni, at vit avgjørt høvdu ávirkan. Eg eri errin og glað um broytingarnar í Húsalánsgrunninum og lógina um lutaíbúðir. Men allar-allarfegnast eri eg um, at lummapengarnir nú hoyra fortíðini til.
Bergtóra Høgnadóttir