Ikki hissini heiður eg fái, at verða umrødd sum tjóðveldismanningin av Brandi Sandoy í sambandi við lesarabræv um, at eg skilji fiskimannin.
Fyri mánaði síðani gjørdi Tjóðveldi saman við teimum, ið eftir eru í landsstýrinum broyting í fiskivinnupolitikkinum. Hetta hevur skapt ófrið innanhýsis í flokkunum semjan er gjørd við, og nú vil valevni fólkafloksins eisini gera sær dælt av støðuni.
Álvaratos. Fólkaflokkurin hevur átt landsstýrismannin í fiskivinnumálum í mong ár, og áðrenn tað sambandsflokkurin. Undir ABC-leiðsluni eru fleiri enn túsund arbeiðspláss horvin úr fiskivinnuni, og talið av útróðrarbátum er minkað nógv. Formaður Tjóðveldis hevur sum altíð væl undirbygda grein á Vágaportalinum um hetta evnið. Hevur nakrantíð nakar av landsstýrismonnum í fiskivinnumálum nevnt eitt orð um, at teir skilja truplu støðuna hjá fiskimanninum farnu 7 árini? Nei, teir hava latið standa til. Eg taki fulla ábyrgd av míni atkvøðugreiðslu í tinginum viðvíkjandi nýggja fiskivinnupolitikkinum, men tað forðar mær ikki í at vísa á eitt sjónarhorn afturat og tað, at vit øll hava ábyrgd av at finna eina loysn fyri tey, sum í byrjanini verða rakt av avleiðingunum.
Meðan eg bjóði til breitt samstarv, so verða flokkur mín og eg hunddálkað. Fólkaflokkurin rýmdi, meðan hann hevði møguleika at gera nakað. Eitt sindur av fyriliti fyri avleingunum av egnum politikki hevði klætt honum. Kanska Brandur eisini skal royna at vísa fyrilit fyri móðurmálinum, so ikki tað endurtekur seg sum í hesum føri, at hann HELDUR seg biðja okkum í Tjóðveldi ikki renna undan ábyrgd. “Nei, renni ikki undan ábyrgd” merkir í hesi stavseting, at hann sjálvur rennur ikki undan ábyrgd.
Ja, lat tað nú verða vist, Brandur!