Minnist væl, hvussu ótrygg eg var. Kendi meg so ótrygga, tí eg hevði ikki hollastu vitanina á fleiri økjum. Meir enn so er komið fyri, at eg verði noydd í kjakinum við fólk at siga sum er, at eg ikki kenni nóg mikið til málið ella evnið og heldur vil lurta enn at vera avgjørd í mínum meiningum. Og tað haldi eg, at øll skilja. So halt teg ikki aftur av teirri orsøk.
Tá eins og nú royndi eg ístaðin at hugsa: “Well, hvat hevur tú at bjóða, sum er heilt júnikt ella sestakt? Kann væl vera, at eg ikki veit so nógv um alt, men tað sum eg veit nakað um, tað veit eg ein hóp um. Og hvør skal umboða júst tey sjónarmiðini betri enn eg sjálv?”
Politikarar er so keðiligir og gráir
Hetta verður ofta sagt. Kann vera, men átti júst tú so ikki at gjørt títt til at menskurnar vóru enn fjølbroyttari? Fjølbroytni er tað okkum tørvar – hópurin av ymiskum menskum og sjónarmiðum. Á tann hátt kenna so mong sum gjørligt seg umboðaði og ikki minst verða fleiri ymisk sjónarmið borin fram. Og kjakið væl lítríkari.
Ofta verður sagt, at arbeiðstíðirnar í tinginum eru truplar hjá kvinnum og ikki minst smábarnaforeldrum. Ikki minst hjá teimum sum búgva uttan fyri Havnina. Sjálv haldi eg tað vera spell, at arbeiðsdagurin ov ofta byrjar kl 11 heldur enn 8 – og at eg ikki veit nær arbeiðsdagurin endar.
Hinvegin, um eg arbeiddi dag, kvøld og náttarvakt, sum nógvar mammur gera, hevði eg havt nógv fleiri náttarvaktir seinastu trý árini – enn tær ferðirnar eg havi arbeitt heilar ella hálvar nætur í tinginum. Tingarbeiðið liggur eisini stilt ein part av árinum. So lat teg ikki ræða av arbeiðstíðunum.
Baklandið
Baklandið er ótrúðliga týdningarmikið. Mobilesera tað longu nú. Hvør fær givið tær eina hjálpandi hond? Á hvønn hátt? Geva feed back upp á greinar. Hjálpa tær við børnunum, sparring um ymisk mál og kanska dresscode. Og hvønn kanst tú tosa við, tá mótstøðan er hørð og tú kennir teg einsamalla?
Míni vinfólk, familjan, verfamiljan vóru tá og eru framvegis einastanandi stuðlar - og tá hugsi eg als ikki í atkvøðum burturav. Nei, eg hugsi um, at tey av einslystum vístu mær umsorgan, rúmaðu meg, hjálptu mær við børnunum og sparraðu um alt tað politiska. Hetta var gull vert. Ikki minst, tá maðurin var til sjós ein stóran part av tíðini, meðan valstríðið fór fram.
Mammurnar at vinkonunum hjá børnum mínum vóru fantastiskar. Og hetta kom heilt óvart á meg. Tær bæði bjóðaðu seg til at børnini kundu eta og sova hjá teimum, tá kvøldini gjørdust ov drúgv – tað sama ger seg galdandi, nú eg eri á tingi. Nú seinasta floksting var, endaði mamman at einari vinkonu hjá børnunum við at hava bæði børnini og hundin eitt heilt vikuskifti! Slíkt ER einastandandi og hjartanemandi. Alt hetta eri eg so sera tøkksom fyri, og eg hugsi, at tað er týdningarmikið, at vit sjálvi spyrja um hjálp, tá okkum tørvar hana.
Ein søga frá valstríðnum
Ein fitt søga frá valstríðnum er hendan. Eg kom skundandi eftir børnunum, beint áðrenn teirra songartíð. Tær spældu við eina vinkonu. Mamma hesa gentuna sigur so við meg: “Bergtóra, eg hopi tú kemur inn á ting, men eg kann tiverri ikki stuðla tær – tí eg velji ein annan flokk.” Eg stóð sum Kánus, hon stuðlaði mær so nógv við at hjálpa mær við børnunum, og hóast atkvøður skulu til, so vita vit, at vit jú trívast best, tá børnini trívast. So hon stuðlaði mær so dyggiliga – við ella uttan atkvøðuna. So stuðul er so mangt annað enn atkvøðan – hóast tær sjálvsagt eisini eru neyðugar.
Makrel heldur enn dans
Sjálvandi eru vansir við at vera politikari, havi meir enn so hugsað: Lat meg sleppa burtur higani! Hinvegin, nevn mær tað starv har eingir vansir eru!
Hóast eg havi verið sera fegin um flestu størvini eg havi havt, hevur altíð verið okkurt, sum eg helt vera møðsamt og demotiverandi. Øll størv hava okkurt gott og okkurt minni gott við sær - tað snýr seg um heildina.
Eitt sum eg havi havt ilt við at venja meg við er hetta: Javnan tá eg sigi ella geri okkurt púra høviskt ella humant siga fólk, helst í spølni: ‘náná...onkur sum væntar val ha?’ ella ‘ja, nú fekst tú kanska onkra atkvøðu’. Og, so var eisini hendan upplivingin seinast eg var í dans: flestu mennninir vildu heldur tosa við meg um makrel enn at bjóða mær ein dans!!
Men eg kann sagtans nevna áhugaverdu og gleðiligu upplivingarnar eisini: At vera við til at gera skilagóðar broytingar – sum hóast alt eru framdar. Havi eisini hitt nógv avbera áhugaverd fólk, sum tað er ein ein uppliving at arbeiða saman við. So, talan er um fyrimunir og vansir, sum í øllum øðrum størvum.
Tinginum tørvar teg
Tá eg stillaði upp dámdu børnum mínum tað lítið. Tær hildu snøgt sagt ikki at tað var kuuul, sum tær søgdu.
Eg spurdi um dagarnar, um tær hildu, at eg skuldi stilla uppaftur, tá tað aftur verður val. Mátti smílast, tá svarið nú var: “Tað skalt tú heilt sikkurt. Tað er kuul, at tú ert tí Løgtinginum – tað mugu vera konur har eisini og bestemma! ”
Um tú ivast, vóni eg, tú sigur við teg sjálva/n: “ Sjálvandi stilli eg upp – tinginum tørvar meg!”