HUGSIÐ TAÐ ÓHUGSANDI

26 September 2011
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

Áðrenn komandi valskeið er liðið, er ár 2015 komið. Tað er bæði nakað dragandi og ræðandi við júst hesum ári. Tað minnir okkum um fulveldisætlanina, har søkt var um 15 ára skiftistíð við donsku stjórnina. Svarið frá táverandi donsku stjórnini var 3 - 4 ára skiftistíð. Hví og hvat, skal ikki tulkast her, men hevði hetta fulveldissamráðingaruppskot vunnið frama, so hevði tað umframt at vera okkum at gagni, eisini gjørt mun í núverandi sperda danska búskapinum.


2015 visjónin hjá ABC-samgonguni, har Føroyar skuldi gerast heimsins besta land at liva í, liggur kanska longri burtur. Setningurin her er ikki at góðskumeta avrik ABC. Øll kenna vit støðuna.


Vinnulívsmaðurin Lars Kolind segði um visjón 2015: HUGSIÐ TAÐ ÓHUGSANDI! Setið tykkum mál, rættið kumpassina. Er hetta ein ætlan landsstýrið trýr uppá og vil arbeiða fyri, so ber tað til.


Lars Kolind sigur nógv annað. Seinast,- men ikki minst,- sigur hann: ALLIR flokkar á tingi mugu verða saman um hetta.


Tjóðveldi hevur álit, dirvi og trúgv
Vit hava altíð trúð, at land okkara kann gerast heimsins besta at liva í. Vit vilja eisini meira enn tað. Vilja allir flokkar standa saman um Visjón 2015, sum harra Kolind mælir til, og røkka á mál, so kundi tað meira enn so tæðað jørðildið í tí leið, sum Tjóðveldi fyribils er eina um at ganga. Komin so langt, kundi tað síðani ført við sær, at eitt stórt lið av virkisfúsum kvinnum og monnum, ungum og gomlum úr øllum flokkum ynsktu at fylgja tjóðveldisfólki longur fram á fulveldisleið.


Hugsið tað óhugsandi!
Hugsið stórt - og latum okkum minnast til, at hóast ymiskan politiskan lit, so er meira, ið bindur okkum saman enn skilir okkum sundur. Hesin hugburður noyðist at verða burðardygdin undir komandi samgongu.


Bergtóra Høgnadóttir