Unglingur er eitt vakurt orð og er skaldsliga útgávan av orðinum ‘ungur maður’. Tað er langt frá mær at miskreditera teg ella annan ungdóm.
Tú skilir ikki, at fulveldisfólk so ofta venda øllum inn á blokkin, sigur tú.
Hetta er ikki rætt, men beinleiðis øvugt. Seinastu 7 árini hava fleiri sambandstingfólk tosað um blokk og tvørrandi blokk. Hevði fullveldissamgongan ikki minkað blokkin, so hevði ABC-samgongan megnað alt millum himmal og jørð, siga tey.
Eg veit ikki, hvat tú sjálvur heldur, men líkt er til, at nærum alt er miseydnað hjá hesi samgongu, hóast ríkisfelagsskapin. Gølur, kleyvarskapur, sosiali radarin slóknaður, brot av mannagongdum, brot av avtalum. Tú skrivar eina røð av lunnindum, ið koma við ríkisfelagsskapinum. Bað teg bara svara tveimum spurningum, og tú velur ikki at svara, men at koma við nýggjum spurningum. Hetta verður tikið til eftirtektar. Ætlan mín hevur hvørki i verið at gerast pennavinur ella at fara í víggj.
Hvussu verður við heilsuviðgerðini aftaná loysing, spyr tú. Svarið er einfalt: Vit rinda sjálvi fyri allar sjúkuviðgerðir á danska ríkissjúkrahúsinum. Í løtuni rinda vit langt yvir 100 mió. kr til serviðgerð uttanlands. Ísland, Noregi og onnur lond íroknað.
Í politikki er alt ein raðfesting, hvussu peningurin skal brúkast. Danir sjálvir hava langt síðani staðfest, at hvørki dygdin av sjúkuviðgerð ella útbúgvingum hjá teimum er hin fremsta í verðini.
Vit eru ikki bara danskir ríkisborgarar, vit eru eisini norðurlendingar og hava atgongd til ókeypis lestur í øllum norðurlondum. Tað er okkara hepni, at vøgga okkara stóð í norðurlondum. Hvussu lesandi ung skulu yvirliva uttan SU, tað verður ein spurningur um raðfesting. Ein teirra verður, at vit raðfesta útbúgvingarstøð í Føroyum, og eisini lata onnur koma higar at lesa. Vit duga ikki alt, men sum tað sær út, so eru vit før fyri at útbúgva hópin av yvirmonnum/kvinnum til danska og norska skipsflotan og sjúkrasystrar til grannalondini. Kundi hent at vit kunnu útbúgva fólk úr øðrum londum við at hava ein altjóða vinnuháskúla og sjúkrasystraskúla eins og aðrar altjóða útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum.
Tá hetta er sagt, so havi eg hug at siga: Hvat høvdu vit ikki rokkið aftrat, um vit stóðu saman og samstarvaðu? Sambandsvalevni hava í fólkatingsvalstríðnum marknaðarført seg sum úrmælingar til samstarv á danatingi. Vilja tey vísa hetta í føroyskum politikki, so fingu fólk og føðiland veruliga eitt nýtt bein at standa á. Takk fyri dystin og bestu ynski!
Bergtóra Høgnadóttir