og skerja tilvildarliga hjá veikastu bólkunum í samfelagnum. Nei, tey hava ikki ábyrgdina av sínum egnu gerðum, tí blokkstuðulin varð lækkaður og frystur fyri 8 árum síðani (!). Og hokus-pokus: Tjóðveldi og onnur hava skyldina!
Á henda hátt kunnu tey í veruleikanum leggja alla ábyrgd frá sær av øllum, sum samgongan undir sambandsleiðslu ger. Allar fíggjarligar avgerðir og raðfestingar kunnu jú bara skjótast inn undir hattin: “Góða mamma, tað var ikki eg. Dreingirnir teir fýrdu meg.”
Hesi sambandsfólkini, ið geva øðrum skyldina, eiga at svara okkum uppá hesar spurningar:
- Seinastu 8 árini, aftaná at blokkstuðulin varð lækkaður og fastfrystur, er bruttotjóðarúrtøkan hjá okkum – altso tað, sum vit megna at framleiða sjálvi – hækkað við meira enn trimum millardum krónum. Hava vit manglað inntøkur til at betra vælferðarsamfelagið?
- Tey seinastu 6 árini, meðan sambandsflokkurin hevur tikið avgerðirnar, hildu tey seg hava so nógvan pening, at tey góvu skattalættar fyri 400 milliónir krónur um árið. Hvussu høvdu vit ráð til tað?
- Ein fíggjarmálaráðharri hjá sambandsflokkinum segði aftur og aftur, at føroyski búskapurin var yvirhitaður, og at ov nógvur peningur var sendur út í samfelagið frá tí almenna – og at hetta fór at elva til niðurgongd. Var tað tí, vit høvdu ov lítið av pengum, og skuldu vit havt sent enn meira pening í umfar við at brúka meira pengar úr Danmark? Hvat hevði tá hent í búskapinum?
At tey royna at billa fólki inn, at blokkstuðul er trygdin fyri vælferð í Føroyum, er sjálvandi oyðileggjandi fyri allan vilja og áræði til at skapa eitt sosialt rættvíst og trygt vælferðarsamfelag í Føroyum. Verulig vælferð kann sjálvandi bert tryggjast, tá vit sjálv megna at skapa og býta virðini rætt – og tá vit taka ábyrgd av okkara egnu gerðum.
Ein skilakvinna orðaði seg nakað soleiðis: “...haldi nú ikki, at vit altíð høvdu tað so framúr, við fullum blokki!” Kundi ikki verið meiri samd við henni! Dundrandi kreppan í ’90-unum var við fullum blokki.
Margháttligu broytingarnar einki við sparingar at gera
At onki mark er fyri, hvussu asosialur politikkur verður vardur við at geva blokkniðurskurði skyldina, sæst serliga á almannaøkinum. Har hava vit seinasta árið sæð hópin av broytingum, hvørs endamál ikki hevur verið sparingar. Lat meg bert nevna nakrar teirra:
• Barnaergoterapiin: broyting skuldi til – men til í dag hevur tað bert skapt ótryggleika, ógreiðar útmeldingar, færri ávísingar til børn, sum høvdu gagn av tilboðnum.
• Familjudeildin á barnaheiminum: Starvsfólk við drúgvum royndum, førleikum og eftirútbúgving blivu uppsøgd uttan at seta nakað í staðin í langa tíð.
• Einkjubarnastudningurin er skerdur, hóast tað bert sparir einar 100.000 krónur.
• Framskrivingin av viðbótini hjá pensjónistum (tey, sum ikki hava aðra inntøku) er skerd, hóast sparingarnar eru minimalar.
• Stuðulin til familjur, ið hava børn við breki, er skerdur, hóast tað bert eru sera smáar upphæddir fyri landskassan.
Tað løgnasta, vit hava sæð seinasta árið er, at sparingarnar einamest hava rakt almannaøkið. Umframt útbúgvingarøkið. Um sparast skal, mátti fyrsta treyt verið at landsstýrisfólkini lyfta í felag! Vit vita, at málbólkurin sum higartil serliga er tikið frá eru pensjónistarnir. Fimm broytingar eru longu framdar og fleiri eru ávegis, sum taka frá pensjónistunum.
Øll renna undan
Kritikkur mín gongur ikki til landsstýriskvinnuna í almannamálum burturav. Eg spyrji, hvar var javnaðarflokkurin, tá allar broytingarnar vóru framdar? Samgongan hevur tikið undir við øllum uppskotunum, annars vóru tey ongantíð framd. Áðrenn uppskot verða løgd niðan í tingið, verða tey fyrst viðgjørd á landsstýrisfundi, síðani er fundur við tingbólkaformenn í samgonguni, uppskot til hoyringar í samgonguflokkum og til seinast er samgongufundur. Harnæst eru uppskotini til 1., 2. og 3. viðgerð í tinginum, áðrenn tey verða endaliga samtykt. Tískil hevur samgongan hópin av møguleikum at broyta og raðfesta øðrvísi, tá uppskot eru ávegis. Samgongan eigur tískil í felag allar hesar margháttligu og syrgiligu broytingarnar.
Hvagar gongur leiðin?
Hesar royndirnar at geva blokksniðurskurði skyldina, hóast vit hava havt øktar inntøkur og kundu havt lagt pening til síðis, byggja onki land. Tær hyggja bara aftureftir og at tí, sum vit ikki skulu megna – heldur enn at smoyggja upp um ermar og skapa loysnir í mun til:
• At ungdómsarbeiðsloysið er fimmfaldað seinasta árið
• Skilagóðar aktiveringsskipanir
• Ein arbeiðsmarknað fyri øll
• Bøta útbúgvingarmøguleikarnar
• Skapa ein virknan familjupolitikk
Tjóðveldi verjir vælferðina
Alt var ikki perfekt undir CHE-samgonguni, men ótrúliga nógv kom av skafti teir 7 mánaðirnar hon var veruleiki. Eitt nú:
• Barnsburðarfarloyvið var longt
• Eyka stuðul til stakar uppihaldarar
• Fleiri útbúgvingarpláss vórðu játtað
• Serlig játtan til barnapsykiatriina
• Brúkaraumboðsmaður stovnaður
• Serlig tiltøk til lesiveik í fólkaskúlanum.
• Bøttar umstøður hjá fyritíðarpensjónistum
• Vinnupolitisk átøk, ið eru grundarlagið fyri at fíggja vælferðina.
Í andstøðu er truplari at fáa uppskot samtykt – men kortini er eydnast tjóðveldinum at varpa ljós á mál, sum tískil eru samtykt – kundi nevnt lívmóðurhálsvaksinuna, hækkaður lestrarstuðul til stakar uppihaldarar og nú fegnast vit um, at deild 1 á psykiatriska deplinum eisini letur uppaftur. Hevur glett meg almikið, tá samgongulimir ella landsstýrisfólk hóast alt viðhvørt hava megnað at taka væl ímóti nøkrum av skilagóðum uppskotunum frá Tjóðveldi.
Møðsamt andstøðugrenj?
Skal vera tann fyrsta at ásanna, at tað er geispandi keðiligt at hoyra andstøðu og samgongu skeldast um, hvør gjørdi hetta og hatta. Men viðhvørt er bikarið fult – og tað hendir hjá mær, tá fólk fáa tað at ljóða, sum Tjóðveldi og blokkniðurskurðurin eru rótin til allar illar avgerðir, ið tey sjálvi taka. Tískil vóru hesar reglur neyðugar fyri meg at festa á blað.