Fyrispurningur Viðvíkjandi teimum sum gevast á miðnámsskúlunum

7 April 2010
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu

Viðvíkjandi teimum, sum gevast á miðnámsskúlunum

1. Hvussu nógv gevast árliga í miðnámsskúlunum?


2. Er greitt, hví tey ungu gevast í miðnámsskúlunum?

3. Á hvønn hátt verður fyribyrgt, at tey ungu gevast?


4. Er nóg mikið av tímum játtaðir til lestrarvegleiðing?

Viðmerkingar
Spyrjarin vil fegin vita, hvussu nógv ung gevast í miðnámsskúlunum í Føroyum. Hetta, so at støða kann takast til, um neyðugt er við fyribyrgjandi átøkum, sum stuðla teimum lesandi og sum amboð til tess at fyribyrgja ein part av ungdómsarbeiðsloysinum.

Vit vita, at ungdómsarbeiðloysið er vaksandi, og at størsti parturin av teim arbeiðsleysu onga útbúgving hava. Í flestu førum er miðnámsskúlin lopfjølin og neyðugur, um farast skal í holt við eina útbúgving.

Umráðandi er, at vit kenna orsøkirnar til, at tey ungu gevast í miðnámsskúlunum. Hetta, so at til ber at fyribyrgja, at enn fleiri gevast av somu orsøk, og so vit møguliga kunnu geva teimum røttu hjálpina. Tørvar teimum hjálp – persónliga ella fakliga? Er tørvur á meiri lestrarvegleiðing?

Aðrastaðni verður hesin bólkur nevndur “drop-outs” úr skúlum, og víst verður á, at trupult er hjá hesum bólkinum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum.

Um so er, at fleiri ung gevast í miðnámsskúlunum í hálvum gekki er umráðandi, at fáa lýst hetta og gjørt røttu og neyðugu átøkini, so tey kunnu halda áfram við lestrinum.

Á Løgtingi, tann 6. apríl 2010

Bergtóra Høgnadóttir Joensen