Fyrispurningur til til Rósu Samuelsen um børn og ung sum eru send av landinum

2 September 2009
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

• Er ein ætlan løgd fyri framtíðina hjá barninum, tá tað flytir heim?


• Hvussu verður tryggjað, at áhaldandi menningin af fakligum og persónligum førleikum heldur áfram eisini eftir at barnið er flutt heimaftur til Føroya?


• Hvussu langt áðrenn barnið kemur heim til Føroya fær familjan boð um hetta?


• Kann avgerðin verða tikin miðskeiðis í einum skúlaári?


• Hvør verður tikin við upp á ráð, tá hendan avgerðin verður tikin?


• Er avgerðin sosialfaklig burturav?


• Kann avgerðin vera peningalig?


Spyrjarin hevur frætt um fleiri familjur, sum hava børn við serligum tørvi, sum nú brádliga hava fingið boð um, at børnini skulu heimaftur til Føroya. Talan er um børn sum eru í skúla ella stovni í Danmark. Tað er ein trupul og svár avgerð fyri alla familjuna at lata barnið fara av landinum. Í flestu førum krevst bæði nógv tíð og orka hjá allari familjuni at taka og at rúma slíkari avgerð. Tá barnið er farið av landinum tekur aloftast eisini rúma tíð til barnið trívist og støðast í nýggja umhvørvinum – fremmant mál, fremmand mentan, øðrvísi skúlatilboð og netverk.


Tí tykist tað vitleyst, um børn sum eru send av landinum, nú skulu heimaftur, uttan at støðan herheima er broytt almikið til tað betra.


Undir viðgerðini av løgmanrøðuni sigur landsstýriskvinnan í almannamálum soleiðis: ” Vit hava ikki nógv tilboð til ung yvir 18 ár, tí verður í hesum samanhangi eisini hugt eftir hvørjir manglar vit hava. Í løtuni hava vit eini 12 børn á stovnunum í Føroyum umframt tað eru 22 unglingar í Danmark, bæði innan forsorg og barnaforsorg.


Flest øll hava brúk fyri einum tilboði eftir at tey eru liðugt viðgjørd í Danmark. Størsti trupulleikin er, at vit hava ikki nøktandi tilboð at bjóða teimum, so tey kunnu koma heim. Tey flestu av teimum ungu, innan barna -og forsorg, hava lítla og onga skúlagongd, og tað ger ikki støðuna hjá teimum betur.


Støðan er tíverri tann, at tað er neyðugt at leingja uppihaldið í Danmark. Umframt tey sum eru í Danmark hava vit tørv á uml 40 búplássum bara til børn og ung.”
Landsstýriskvinnan vísti á nágreiniliga tørvin á búplássum hjá hesum børnum og ungu. Eisini sigur hon, at vit ikki hava nøktandi tilboð til teirra tá tey koma heim. Spyrjarin vil tí fegin hava landstýriskvinnuna at svara hesum spurningum.