Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at leingja barnsburðarfarloyvið?
Eru ætlanir um at gera eina veruliga pápakvotu?
Eru ætlanir um eina fleksiblari barsilsskipan enn hana vit hava í dag?
Í verandi samgonguskjalið stendur: “Barsilsskipanin skal framhaldandi betrast fyri foreldrini og gerast smidligari. Miðast skal ímóti, at hon verður longd upp í eitt ár”.
Nú, eitt lítið ár eftir at hesi orð vórðu fest á blað, hava vit ikki hoyrt eitt kis um, hvørjar ítøkiligar ætlanir samgongan hevur, í mun til hesi føgru orð. Vælvirkandi skipanir í samband við barnsburð gera sítt til, at barnafamiljur kenna seg raðfestar í Føroyum. Tí er áhugavert at hoyra um ætlanirnar hjá samgonguni. Í dag er barnsburðarfarloyvið 32 vikur – tað eru ikki allar kommunur sum kunnu bjóða einum barni ansing, tá barnið er 32 vikur. Foreldrini ynskja ofta, at annar teirra er heima hjá barninum, til tað er eitt ár. Men tað ber í mongum førum ikki til, um bert annar hevur eina inntøku - fyri ikki at tosa um, tá talan er um stakar uppihaldarar. Tað kunnu sjálvsagt vera nógvar orsøkir til, at foreldur ikki kunnu verða heima hjá barninum í eitt ár, men vert er at nevna, at eisini heilsusystrar hava víst á, hvussu gagnligt tað er fyri alla familjuna um barnburðarfarloyvið bleiv longt.
Tá CHE samgongan longdi barnsburðarfarloyvið var ætlanin, at ein verulig pápakvota skuldi gerast veruleiki. Tíverri var tíðin ikki búgvin tá og uppskotið fall.
Kanningar hava víst, at pápar sum eru í barnsburðarfarloyvi fáa eitt tættari samband við barn sítt, og at færri hjúnarskilnaðir eru í teimum familjunum har pápar hava verið í barnsburðarfarloyvi.
Vinnumálaráðharrin varar eisini av javnstøðumálum. Pápakvotan er eisini áhugaverd í júst hesum sambandi. Ein kendur trupulleiki - sum tey tey fæstu tora at siga alment - er at kvinnur í fleiri førum verða frásáldaðar, tá tær søkja starv ella umhugsa at átaka sær nýggjar avbjóðingar á einum arbeiðsplássi og tær eingin børn hava. Arbeiðsgevarin væntar, at hesar ivaleyst skulu í barnsburðarfarloyvið bæði eina og fleiri ferð, tískil verða tær sáldaðar frá. Við pápakvotu fingu pápar betri umstøður at vera saman við pinkubørnum sínum, enn teir hava í dag. Hetta kundi avgjørt hjálpt smábarnamammum á arbeiðsmaknaðinum. Enn eitt dømi um, at bæði kyn fáa gagn av øktari javnstøðu.
Harnæst spurningurin um eina fleksibla barsilsskipan. Aðrastaðni eru góðar royndir við fleksiblu barsilsskipanini. Tað her verður hugsað um, er ein skipan, har foreldrini snikka sær barnsburðarfarloyvið saman eftir júst teirra tørvi.
Dømi:Um møguleiki var fyri bansburðarfarloyvi í 1 ár kundu foreldrini til dømis gjørt av at vera heima hjá barninum í 10 mánaðir og síðani arbeiddi annar bert hálva tíð í 4 mánaðir. Teir 4 mánaðirnar hevði talan verið um hálvt gjald úr barsilsskipanini og hálva løn frá arbeiðsgevara. Tilsamans var tó talan um 1 árs útgjald úr barsilsskipanini í krónum.
Eitt annað dømi – serliga relevant í Føroyum – kundi verið familjur har pápin er sjómaður. Mamman kundi tá arbeitt nakað, tá pápin var heima, men veri hjá barninum, tá pápin var til skips.
Barnafamiljurnar eru ymiskar og tørvurin er sjálvsagt eisini ymiskur. Tí er neyðugt við einari skipan, har familjan kann skipa seg so smidligt og gagnligt sum gjørligt fyri júst hana.
Í verandi løtu verður tosað nógv um, at aldurssamanssetingin i Føroyum fer at broytast nógv komandi árini. Sagt verður, at tað verða alsamt fleiri pensjónistar og færri arbeiðsførar hendur. Eisini tí er umráðandi, at føroyskar familjur áhaldandi velja at fáa børn, og at familjur sum búseta seg uttanlanda ikki aftra seg við at koma heimaftur til Føroya millum annað, tí at familjupolitikkurin aðrastaðni er betri enn her.
Mong teirra, sum eru ímóti fríari fosturtøku, nýta ta grundgeving, at vit ístaðin skulu hava ein skilagóðan familjupolitikk – herundir kemur barsilsskipanin. Sum er, hava vit hvørki fría fosturtøku til 12 viku ella ein góðan familjupolitikk.
Samanumtikið kann sigast, at nógvar góðar grundgevingar eru fyri at føgru orðini í samgonguskjalinum sum skjótast gerast til annað enn júst tað – føgur orð!