Fyrispurningur til heilsumálaráðharran viðvíkjandi solarium

19 August 2009
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen


Hevur landsstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir um at forbjóða nýtslu av solarium til øll undir 18 ár í Føroyum?

Eru ítøkiligar ætlanir um at gera ein veruligan barna –og ungdómspolitikk í mun til at fyribyrjga tilburðunum av krabbameini í húðini?

Á hvønn hátt ætlar landsstýrismaðurin at fyribyrgja at óhugnaliga gongdin á krabbameinstilburðum í húðini heldur áfram?

Tilburðirnir av krabba í húðini er vaksandi í Føroyum – bæði, tá talan er um móðurmerkjakrabba og húðkrabba.

Hevur ein verið í nógvari sól sum barn ella ung, er ein í størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba alt lívið. Sambært serlæknum er eingin ivi um, at sól og solariu hava stóra ávirkan á, um fólk fáa móðurmerkjakrabba.

Helvtin av teimum sum taka solariu eru undir 24 ár. Av teimum sum taka solariu í Føroyum vitjar fimti hvør solarium eina ferð um vikuna ella meir, sambært Gallup kanning frá 2007.
Kanningar vísa, at vitjar tú solariu eina ella fleiri ferð mánaðarliga økist vandin fyri móðurmerkjakrabba tvær til tríggjar ferðir.

Í Fraklandi og Skotlandi er forboð móti solarium fyri ung upp til 18 ár. Eitt slíkt forboð í Føroyum mæla bæði Krabbameinsfelagið og fleiri serlæknar til í Føroyum.

Serliga ung fólk eru upptikin av at síggja so væl út sum gjørligt, fylgja rákinum og vilja ikki vera øðrvísi. Ung fólk halda seg ofta síggja betri og frískari út, tá tey eru sólbrend – eisini um veturin. Við hesum hugburði er sjálvsagt, at tey ungu mangan halda solariu vera ein góðan møguleika.

Tess ljósari húðin er, tess minni sól tolir hon. Ung fólk hugsa neyvan um, hvussu nógva sól júst teirra húð tolir. Ein sannroynd er tó, at flestu føroyingar hava avbera ljósa húð – júst hon sum tolir minst av sól.

Útsagnir sum: “Vit skulu royna at fáa so nógva sól sum gjørligt, tá hon skínur her”, ”Vit kunnu sagtans fara í solarium, tí sólin skínur so sjáldan”, og “Tað er so gott fyri húðina”, eru ikki óvanligar at hoyra.

Sum er, hava vit ikki nakran politikk á økinum. Lætt er at fyribyrgja fleiri av tilburðunum við áhaldandi kunning og forboði, tí fregnast spyrjarin eftir ætlanunum hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.

Hagtøl sum vísa tilburðir av móðurerkja –og húðkrabbatilburðum í Føroyum.

Tilburðir av móðurmerkjakrabba í Føroyum


1995 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007
0 0 1 0 2 6 2 4 8 4 10 16 12 6

Tilburðir av húðkrabba í Føroyum


1995 96 97 98 99 00 01 02 03 04 05 06 07 08
16 6 14 8 10 10 16 24 24 31 39 45 41 35