Spurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum:
• Ætlar landsstýriskvinnan framvegis, at familjurnar sjálvar skulu rinda ergoterapeutiska viðgerð til børn - 475 kr um tíman, oftast eina til tvær ferð um vikuna – um eingin sáttmáli er gjørdur 1. janaur komandi?
• Væntar landsstýriskvinnan tá, at øll børn í Føroyum sum hava tørv á ergoterapeutiskari viðgerð áhaldandi fara at fáa hana?
• Er ein møguleiki at broyta gildiskomuna fyri kunngerðina, til sáttmálin er fingin í hús millum ergoterapeutfelagið og sjúkrakassan?
Ergoterapeutfelagið boðar frá, hvussu kunngerðin frá Almannamálaráðnum - um at Ergoterapeutfelagið og onnur skulu hava sáttmála við sjúkrakassan – kemur at ávirka um 100 børn við serligum tørvi, sum fáa ergoterapeutiska viðgerð í dag. Hesi kunnu øll koma í klemmu, um foreldrini skulu sjálvi rinda kostnaðin fyri ergoterapeutisku viðgerðina.
Felagið hevur ikki góðar vónir um, at tað fer at eydnast til 1. januar komandi at fáa ein sáttmála við sjúkrakassan, tí felagið hevur roynt at fingið ein slíkan í 5 ár.
Forkvinnan í Ergoterapeutfelagnum – Hanna á Reynatúgvu - vísir á, at eingin barnaergoterapeutur er settur innan almannaøkið, tískil er bert møguleiki fyri barnaergoterapi hjá tí privata.
Talan er í løtuni um umleið 100 børn – umframt tey, sum eisini framyvir fara at hava tørvin.
Børn sum fáa ergoterapeutiska viðgerð eri millum onnur: fjølbreka børn, børn við talutrupulleikum, børn við Down Syndrom, autismu, ADHD, hava vøddasvinn og børn, sum hava tørv á sansaintegratión. Um børnini ikki fáa ergoterapeutisku viðgerðina tørvar teimum meiri serhjálp í skúlanum, fáa innlæringstrupulleikar, lágt sjálvsvirðið, tí tað eru so nógv ting sum tey ikki megna og duga. Trupulleikanrir ávirka eisini sosiala lívið hjá børnunum.
Talan er í løtuni um umleið 100 børn – umframt tey, sum eisini framyvir fara at hava tørvin.
Umframt at kunngerðin sigur, at eingin fær hjálp til ergoterapeutiska viðgerð uttan at sáttmálin er fingin í lag, sigur kunngerðin eisini, at børn við grundleggjandi motoriskum trupulleikum, ikki fáa viðgerð meir – tey sonevndu POF børnini ikki fáa viðgerð meir - líkamikið um sáttmálin fæst í lag ella ikki. Fakfólk siga, at hetta kemur at ávirka innlæringina í stóran mun.
Spurningur til landsstýriskvinnuna í mentamálum:
Hvussu nógvum stuðulstímum til børn við serligum tørvi í fólkaskúlunum er søkt um seinastu 3 árini? Hvussu nógvir av hesum eru játtaðir?
Hvør er orsøkin til, at børn við serligum tørvi, sum hava brúk fyri stuðuli, hava færri tímar enn onnur børn og ung í fólkaskúlanum?
Hvørjar fakligar grundgevingar eru fyri, at stuðulstímarnir sum eitt barnagarðsbarn hevur detta burtur, tá tað fer í skúla?
Hvat verður gjørt til tess at fasthalda og rekruttera vælútbúnum stuðlum? Her verður hugsað um til dømis supervisjón, netverk, skeið ?
Fleiri familjur har børn eru við serligum tørvi, kenna ikki skúlatilboðið til barnið fyrrenn enn skúlin nærum er byrjaður aftur eftir summarsteðgin. Hetta ørkymlar alla familjuna. Fær barnið eitt mennandi tilboð? Passaligar avbjóðingar? Verða ressursir settar av til júst hetta barnið? Hvussu nógvar tímar fær barnið játta? Fáa foreldrini arbeitt? Farloyvið?
Óli Wolles orðaði seg soleiðis á ráðstevnu sum MBF skipaði fyri í Norðurlandahúsinum.: “ Tað góða er, at tá børn við serligum tørvi fara í skúla, verða tey spillfrísk! Eitt barn sum hevur stuðul 20 ella 40 tímar um vikuna í barnagarðinum fær ikki ein stuðulstíma, tá tað kemur í skúla. Men vil tað siga at barnið ongan trupulleika hevur?”
Tykist margháttligt, at skipanirnar eru so illa samantvinnaðar – barnagarður og skúli. Vit vita so avbera væl, nær eitt barn fer í skúla beinanvegin sum tað verður bori í heim – so óskilligt er at barnagarðs -og skúlaskipan ikki eru betri samantvinna – hóast annað liggur undir landinum og hitt undir kommununum
Havi skil,t at ógvuliga ymiskt er, hvørjar førleikar stuðlarnir hjá børnum við serligum tørvi í fólkaskúlanum hava. Stuðlarnir fáa ofta alt ov lítla upplæring. Hetta, hóast tey í fleiri førum skulu vera stuðlar hjá børnum, sum viðhvørt hava einki ella avmarka mál, ella kunnu vera aggressiv.
Eisini kunnu størvini í fleiri førum vera trupul at fáa sett og ofta støðast stuðlarnir bert í stutta tíð.