Munnligur fyrispurningur til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu
Viðvíkjandi stuðli til uppihaldspening
Í sambandi við, at landsstýriskvinnan í almannamálum hevur valt at lækka stuðulin til uppihaldspening úr 50 til 40% verða hesir spurningar settir:
1. Hví hava tey trý spariuppskotini hjá landsstýriskvinnuni ikki verið til hoyringar?
2. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja sær, at ásetingin til uppihaldspening ikki fer at lækka og broytingin harvið gongur út yvir børnini?
3. Kundi eitt uppskot verið, at stuðulin ongantíð verður latin til meir enn 1 x uppihaldspening fyri hvørt barnið?
4. Átti útreiðslurnar í samband við tað eitt barn kostar ikki at verðið býttar meiri javnt millum foreldrini?
Viðmerkingar
Í lógaruppskotinum stendur, at: “Um ásetingin fyri uppihaldspening fer at lækka, tá stuðulin ikki verður avtikin, men stuðulsprosentið lækkar, er óvist, serliga tá hugsað verður um, at stuðulin einans minkar úr 50% niður í 40%. Um so er, hevur hetta við sær, at nettoútreiðslurnar hjá teimum, sum í dag fáa stuðul, ikki vaksa við 20%, men við einum minni prosentparti.”
Kann tykjast rættiliga ótrygt, at landsstýriskvinnan ikki hevur kannað hetta væl og virðilig og havt uppskotið til hoyringar. Tí eingin ynskir, at uppskotið skal ganga út yvir børnini.
Vit vita, at uppskotið ikki hevur verið til hoyringar.
Kári Petersen – varamaður Sjálvstýrisfloksins - hevur fleiri ferðir víst á, at kanningar úr Noregi vísa, at eitt barn kostar 3500 kr mánaðarliga. Kann tí tykjast løgið, at útreiðslurnar í sambandi við at fáa eitt barn ikki vera deildar millum foreldrini. Tíverri hava vit ikki líknandi tøl úr Føroyum.
Hjá okkum er frymilin, at tann av foreldrunum, sum barnið ikki býr hjá, rindar á leið 1000 kr mánaðarliga og fær helvtina afturgoldið frá tí almenna, sum er. Tað er hesin stuðul, sum nú skal lækkast úr einari helvt niður í 40 %.
Eisini er tað so, at uppihaldspeningurin hækkar alt eftir, hvør inntøkan er og hvussu nógv børn tann, sum rindar, eigur. Fer inntøkan upp um 360 túsund krónur skal viðkomandi rinda 25 % eyka, og er inntøkan ein millión árliga, skal viðkomndi rinda 3 dupultan uppihalsdspening. Kann ikki sigast, at breiðastu herðarnar her bera tyngstu byrðarnar.
Á Løgtingi, tann 5. mai 2009
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Viðvíkjandi nevndarvali í Atlantsflogi
• Hvussu fer leitingin eftir skikkaðum nevndarlimum framm?
• Hvørjar eru mannagongdirnar?
• Hvussu ómakaði landsstýrismaðurin sær at finna nevndarlimirnar?
• Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at fyribyrgja, at slíkt hendir aftur?
• Hvørjar tankar hevur landsstýrismaðurin gjørt sær um signalvirðið í hesi avgerð?
• Kunnu vit vænta, at landsstýrismaðurin ger sær størri ómak frameftir?
Viðmerkingar
Herfyri fingu vit at vita, at tað ikki var eydnast Johan Dahl at finna skikkaða kvinnu til nevndina í Atlantsflog. Sostatt eru allir limirnir menn. Av fýra nýggjum nevndarlimum var landsstýrismaðurin ikki førur fyri at finna eina einastu kvinnu!
Í vikuskiftinum hevði P/F Fiskaaling nevndarfund, har tveir nýggir limir vórðu settir – tveir menn!
Landsstýrismaðurin, sum varðar av báðum nevndunum, varðar eisini av javnstøðumálum. Tykist sera margháttligt. Hugsi um landsstýrismaðurin tekur javnstøðuuppgávuna í álvara. Fyri stuttum var landsstýrismaðurin rundferð í Føroyum við Javnstøðunevndini. Vónaði tá, at landsstýrismaðurin fór at fáa íblástur til at fremja javnstøðu bæði í orði og verki. Men so bleiv eftir øllum at døma ikki.
Um ein ómakar sær at fara inn á Kveik fo eru tildømis heili 56 kvinnur sum eru áhugaðar í økinum ferðavinna. Men har er eisini hópurin av kvinnum við altjóða royndum og øðrum sera viðkomandi royndum.
Á Løgtingi, tann 5. mai 2009
Bergtóra Høgnadóttir Joensen