Færri børn fáa ergoterapeutiska viðgerð

1 November 2009
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

Spurningur til landsstýrismannin í heilsumálum

Spyrjarin vil tí fegin vita:

• Hví gav Heilsumálaráðið ikki beinanvegin ergoterapeutfelagnum og sjúkrakassanum heimild til at fara til samráðingarborðið?


• Ætlar landsstýrismaðurin at barnaergoterapi skal verða eitt viðgerðartilboð í nýggju lógini um heilsutrygd?


• Tá slíkar broytingar verða gjørdar – sum fleiri ráð hava sína ávirkan á - er sjálvsagt, at landsstýrisfólkini saman gera sítt til, at fyribyrgja brotyingar skapa so fáar frustratíónir og órógv sum gjørligt. Heldur landsstýrismaðurin at mannagongdirnar í hesum máli kundu verið øðrvísi?


Í mai kom kunngerð - nr. 44. frá 6 mai 2009- frá almannamálaráðnum um, at børn bert kundu fáa játtað viðgerð til fysio -og ergoterapi, um ein sáttmáli var við sjúkrakassan frá 1.januar 2010. Fysioterapeutarnir høvdu longu ein sáttmála við sjúkrakassan – og ergoterapeutfelagið ætlaði sær við eitt til samráðingarborðið, men slapp ikki, tí eingin heimild var frá Heilsumálaráðnum til at fara undir samráðingar.

Almanna –og heilsumálaráðið var eitt ráð til fyri einum ári síðani og eru tey framvegis í sama húsi. Tí undrar tað spyrjaran, at slík kunngerð kemur út, uttan at heilsumálaráðið eisini gevur heimild til at ergoterapeutarnir kunnu seta seg við samráðingarborðið beinanvegin. Tá samráðingarrætturin kom í august var skotbráið ov stutt og eingin sáttmáli verður tískil fingin í hús áðrenn 1. januar 2010.

Mannagongdin í hesum máli undrar spyrjaran stórliga. Sum er, fáa um100 børn ergoterapeutiska viðgerð og millum 30 og 40 verða liðugt viðgjørd á hvørjum ári. Vit hava ikki serstovnar til hesi børn og ergoterapi er eitt av sera fáum viðgerðartilboðum til júst hesi børn í Føroyum. 100 børn kunnu sostatt missa eitt av fáu viðgerðartilboðunum vit hava í Føroyum um ársskifti

Sum skilst er veruleikin longu, at færri børn nú fáa játtað ergoterapeutiska viðgerð frá almannastovuni – fleiri tíggjutals færri ávísingar eru í dag enn fyri fáum mánaðum síðani. Bæði børn og foreldur kenna longu sviðan, hóast gildiskoman ikki er fyrr en 1. januar. Hetta ávirkar gerandisdagin og lívsdygdina hjá fleiri 100-tals føroyingum.


Spurningur til Rósu Samuelsen um barnaergoterapi

Nú landsstýriskvinnan framvegis ikki hevur sagt eitt kis um ætlanir sínar í hesum øki, vil spyrjarin fegin hava landsstýriskvinnuna at svara hesum spurningum:


• Ætlar landsstýriskvinnan at broyta gildiskomuna ella at taka kunngerðina aftur um at ergoterapeutfelagið skal hava sáttmála við sjúkrakassan áðrenn 1. januar 2010?


• Nær ætlar landsstýriskvinnan, at børn og familjur, sum eru vorðin rakt av kunngerðini skulu kenna framtíð sína?


• Kann landsstýriskvinnan greiða frá, um hon hevur eina ætlan um barnaergoterapeutøkið í framtíðini?


• Er talan um eitt spariuppskot?

Nú er greitt, at eingin sáttmáli verður millum Ergoterapeutfelagið og Sjúkrakassarnar 1. januar 2010. 100 børn og familjur teirra hava alstóra gleði og gagn av barnaergoterapeutiskari viðgerð, sum er eitt av sera fáum viðgerðartilboðum til hesi børn í Føroyum.


Landsstýriskvinnan hevur áður lovað, at hesi børn ikki fara at verða við sviðusoð eftir 1. januar.

Drúgva bíðitíðin ávirkar gerandisdagin hjá hesum menniskjum. Tey vita framvegis ikki, hvussu viðgerðartilboðið sær út eftir nýggjár. Longu nú verða fleiri 10-tals færri børn enn áður ávíst til barnaergoterapi, meðan onnur onga játtan hava fingið í novembur og desembur, tí at tilboðið kortini fer at steðga. Uttanlands høvdu hesi børn í fleiri førum verið á serstovni – men slíkt tilboð hava vit ikki sum er í Føroyum. 30 – 40 børn verða liðugtviðgjørd á hvørjum ári.


Børnini sum gagnnýta tilboðið í dag eru serliga børn sum:


• eru spastisk lamin


• eru fjølbrekað


• hava Downs Syndrom


• hava sansaintegratiónstrupulleikar: órólig, aggressiv, hyperaktiv, inniloka


• hava niðursettan munn –og andlitsmotorikk

Veruleikin er, at barnaergoterapi er eitt sergreinaøki, sum ergoterapeutar fáa førleika til eftir drúgvar royndir, skeið, lesnað og vitan frá serfrøðingum.