Nógvir fiskimenn hava gjørt vart við sína ónøgd í fiskivinnupolitikkinum og fær hetta okkum at eftirmeta støðuna. Eisini er vert at minna á, at einasti flokkur sum veruliga hevur uppskot um ein fiskivinnureform er Tjóðveldi – vit hava ongantíð sagt, at okkara loysn skal samtykkjast júst sum hon er, men vit hava bjóðað hinum flokkunum til samráðingar, tá vit aftur og aftur hava lagt uppskotið fram. Øllum er greitt, at verandi skipan ikki er nóg góð og at stórir partar av fiskivinnuni gevar stórt hall. Vend má koma í og her er umráðandi eisini at lurta eftir fiskifrøðini.
Dømi
Fyri at seta meg inn í støðuna, havi eg hugsað hetta dømi: Eg eri útbúgvin sum sosialráðgevi, eri fakliga stolt, haldi meg hava góðar førleikar á økinum. Um onkur so brádliga segði: ”hon sjálv! Tykkara fakbólkur skal nú skerjast munandi. Færri og færri størv vera innan hetta økið framyvir – tað sigur serfrøðin og skerjingin verður umgangandi!
Hvar skuldi eg nú arbeiða? Hvussu nú við mínum arbeiðssamleika? Hvar skuldi eg fáa peningin frá? Hvussu skuldi eg rinda hús? Mat og klæði?
Eg hevði verið óttafull og farið í mótstøðu. Serliga um eingin var sum vísti mær á aðrar arbeiðsmøguleikar .
Eingin flokkur er komin við nakrari loysn til, hvørjum fiskimaðurin nú skal liva av.
Hvørji ráð eru at taka hjá familjumanni í útjaðaranum uttan aðra útbúgving við húsaskuld og húski?
Eg skilji óttan, ótryggleikan og vreiðina og hugsi, at allir flokkar saman hava ábyrgdina at finna eina loysn í felag, sum bæði er burðardygg fyri fiskivinnuna og framtíðina hjá hesum menniskjum.
Bergtóra Høgnadóttir