Detailstýring ella viðurkenning, Jóannes?

11 November 2009
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

. Hoyri í tíðindunum í kvøld fíggjarmálaráðharran svara aftur, at tað vildi verið óneyðug detailstýring at komi við slíkum reglum.

Er tað nú so?
Minnist, at nøkur stavsfólk á sjúkhúsinum fyri góðum ári síðani vóru á fakligari ráðstevnu uttanlands. Fingu væl burturúr, men fleiri tinglimir hartaðu tey alment í bløðunum. Sagt var, at tað var løgið at nýta pening til slíkt, sum tíðirnar vóru.


Samstundis hoyri eg javnan politikarar sáa iva um, um hetta við orku til starvsfólkaøkið og starvsfólkatrivna veruliga er neyðugt. Orka til starvsfólkaøkið verður sjáldan raðfest – fíggjarætlanirnar hjá almennu arbeiðsplássunum eru oftast trongar, og trivnaður og menning verður við sviðusoð júst av teirri orsøk. Skeið, supervisjón, upplæring er hjá mongum óhoyrt. Hetta, hóast kanningar hava víst, at fólk sum trívast:


• støðast betri
• hava færri sjúkradagar
• eru effektivari
• gera færri villur

Ger reglur
Júst tí haldi eg, at tað hevði verið kærkomið um fíggjarmálaráðharrin kom við nøkrum reglum í mun til starvsfólkarøkt og menning. Á hendan hátt kundi hann víst á, at hann helt tað vera týdningarmikið at raðfest økið.


Eftir allar flongjurnar til almenna arbeiðsmarknaðin frá samgonguni, eftir at almenni arbeiðsmarknaðurin ‘loyvdi’ sær at taka av avtalaðu lønarhækkingini, hevði tað verið kærkomið við einari viðurkenning um, at tað er í lagi at raðfesta starvsfólkatrivna og menning.