• Á hvønn hátt verður tryggjað, at áralongu royndirnar og servitanin hjá familjudeildini ikki hvørvur, nú øll starvsfólkin blivu uppsøgd?
• Á hvønn hátt fáa familjurnar í málbólknum í dag betri hjálp enn tær fingu , tá familjudeildin á barnaheiminum var ein møguleiki?
Í løgmansrøðuni verður sagt, at “farið er undir at umskipa økið børn og ung. Starvsfólk og hølið skulu brúkast betri og vit skulu veita familjum og børnum við serligum tørvi betri hjálp.”
Í vár valdi samgongan at familjudeildin á Føroya Barnaheimi skuldi niðurleggjast. So skuldi hon ikki niðurleggjast men umskipast. Men øll starvsfólkini – tey einastu royndu, sum høvdu førleikarnar blivu uppsøgd. Servitanin fór harvið í allar ættir – uttan nakra uppsamling, sum skilst.
Hetta kostaði bæði súkrameldingar og ørkymlan hjá viðskiftafólkum og starvsfólkum.
Starvsfólkini á Familjudeildini vóru avgjørt við upp á broytingar – høvdu enntá sjálvi gjørt eitt uppskot. Heldur enn at taka støðu til, hvar ábøtur vóru neyðugar í tøttum samstarvi við teimum sum høvdu praktisku royndirnar, var avgjørt at siga siga hesum upp.
Eftirútbúgvingar, supervisjón og praktisku royndirnar eru nógvar og umráðandi er, at slíkur dýrgripur ikki fer fyri skeyti ella hvørvur.
Eisini er vil spyrjarin fegin vita meiri um, á hvønn hátt eitt betri tilboð er til familjurnar í dag, sum annars kundu fingið røttu hjálpina á familjudeildini á Barnaheiminum.