Eldrabústaðir
Hópurin av áhugaverdum íblástri um framtíðar eldrabústaðir hevur verið seinastu mánaðirnar. Dennis Holm í Granskingarráðnum hevur havt fyrilestur, kjaksending hevur varpað ljós á og ergoterapeuturin Turid Jacobsen - sum eisini helt fyrilestur á borgarafundinum um evnið farna ár - hava greitt væl frá framtíðar eldrabústøðum. Felags boðskapurin hjá øllum er:
• Steðgið verandi ætlanum um røktarheimsbygging
• Aðrastaðni verður farið burtur frá slíkari bygging
Tað sum undrar spyrjaran almikið er, at samgongan er so kúrr í hesum máli, hóast ætlanin er at nýta heili 95 milliónir til júst røktarheimsbygging í tíðarskeiðnum frá 2009 – 11. Harumframt er vert at nevna, at
1. eitt røktarheimspláss kostar eina hálva millión í rakstri,
2. Fleiri og fleiri eldri fólk verða,
3. Nærverkið gjørdi herfyri vart við, at tørvur fer at verða á fleiri enn 700 starvsfólkum
afturat komandi árini.
Sjálvandi skulu væl av pengum nýtast og raðfestast til eldrabústaðir – men tað kann tykjast ivingarsamt um verandi ætlan hjá samgonguni er hin rættasta.
Eingin ivi er um, at okkum tørvar eldrabústaðir, men kanningar vísa at allarflestu eldru fólkini fegnast vilja verða verandi í egnum heimi sum longst. Tey vilja heldur vera fríir persónar í egnum heimi enn klientar á stovnum.
Røktarheimsplássini eru vanliga kømur, sum eru um 20 – 25 fermetrar, til fólk sum vanliga hava havt eitt heim sum er 100 fermetrar og meir.
Ergoterapeuturin Turið Jacobsen sigur millum annað, at hon ímyndar sær at hjá mongum kundi ein rættari loysn verið eitt nú trygdartelelefonir og ein útbygd heimarøkt.
Harumframt hoyra vit aftur og aftur um akuttlistan til røktarheimspláss. Men vit hava ongantíð veruliga fingið lýst, hvat hetta merkir.
Spyrjarin vil tí fegin vita:
• Ætlar landstýriskvinnan at umhugsa verandi útbyggingarætlan av eldrabústøðum?
• Hvat meinar landsstýriskvinnan um omanfyrinevndu grundgevingar fyri at broyta verandi ætlan sína?
• Hevur landsstýriskvinnan umhugsað ístaðin at nýta peningin til at byggja hóskandi eldramiðstøðir? Tað merkir: bústaðir knýttir at ymiskum tænastum sum aktivitetstilboð, hjálpartóladepot, sjúkrarøkt, heimahjálp, samdøgursvakt við samband við trygdartelefon, matskipan v.m.
• Hevur landstýriskvinnan umhugsað heldur at umskipa økið og útbýggja tænasturnar til heimabúgvandi?
• Hvørji eru kriteriini fyri at koma á ein akuttlista?
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Viðvíkjandi arbeiðsmarknaðarpolitikki
Hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum nakrar ítøkiligar ætlanir um at
skapa ein meiri virknan arbeiðsmarkanaðarpolitikk til tess at basa
fleirfaldaða ungdómsarbeiðsloysinum ní Føroyum?
Eitt hugskot er, at krøv verða sett tilboðsgevarum til størru almennu verkætlanirnar um at taka sosiala ábyrgd og seta lærlingar til tess at basa ungsdómsarbeiðsloysinum, tá stórar verkætlanir verða bodnar út. Hvat heldur landsstýrismaðurin um hetta uppskotið?
Viðmerkingar
Ein nýggj EU rapport vísir, at ungdómsarbeiðsloysið í Europu er
søguliga høgt. Eisini í Føroyum er ungsdómsarbeiðsloysið fleirfaldað
seinasta árið. Farna ár setti tjóðveldi landsstýriskvinnunum í
almannamálum og mentamálum. Áhugavert er nú at hoyra, hvørjar
visjónirnar eru hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, um at skapa ein meiri virknan arbeiðsmarknaðarpolitikk.
Fleiri stórar verkætlanir eru ávegis í Føroyum. Eitt nú Skúladepilin í
Marknagili og útbygging av Landssjúkrahúsinum. Verkætlanir sum
taka fleiri ár. Tá er ein møguleiki, at seta krøv til teirra, sum eru tilboðsgevarar, um at hesi taka sosiala ábyrgd til tess at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysinum. Talan er í fleiri førum um so drúgvar verkætlanir, at fólk kunnu fara undir og fullføra lærlingatíð og taka sveinaroynd, áðrenn verkætlanin er liðug. Her verður hugsað um eitt nú Skúladepilin í Marknagili og Landssjúrahúsið. Krav um nøkur lærupláss hjá tilboðsgevarum, kundi verið ein upplagdur møguleiki hjá ungum at fingið eina útbúgving
Umráðandi er at nevna, at 80 % av teimum sum eru arbeiðsleys hava onga útbúgving. Tí er alneyðugt, at tey ungu fáa eina útbúgving, millum annað eitt lærupláss sum timburmaður, elektrikari, múrari ella aðra lærlingaútbúgving.
Onnur lond gera kreppupakkar og serliga skipanir til tess at basa ungdómsarbeiðsloysinum. Eyðsæð eru tey ungu ein viðbrekin bólkur, um tey ikki fáa arbeiðsroyndir og ein sterkan arbeiðssamleika. Umráðandi er, at tey ungu hava nakað at fara upp til um morgnarnar beinanvegin, sum tey gerast arbeiðsleys ella gevast í skúlanum. Annars fáa tey ta fatan, at eingin hevur brúk fyri teimum, kunnu missa áræði og álitið á sær sjálvum og sínum førleikum.