Bergtóra spyr um afturlating av Slóðini

19 January 2010
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

Ung í trupulleikum


Tey ungu sum búgva á Slóðini eru 14 ár og eldri. Felags fyri tey er, at tey hava stórar trupulleikar at dragast við. Talan er um ung við álvarsligum sosialum trupulleikum, tað vil siga ung, sum hava trupulleikar av teirra atburði. Hetta eru ung, sum skulu stuðlast í at fáa eitt gott lív.

Á barnaheiminum er ein ungdómsdeild, annars er Slóðin einasta tilboðið til hesi ungu menniskjuni í Føroyum. Nú hevur landsstýriskvinnan avgjørt at lata Slóðina aftur og harafturat at siga starvsfólkunum við drúgvum sosialpedagogiskum royndum upp.

Í samgonguskjalinum stendur millum annað at: ”Umstøður skulu skapast fyri, at børn við víðfevndum sálarligum ella likamligum breki og børn við atferðar ella tilknýtistrupulleikum í minst møguligan mun verða send av landinum, men heldur kunnu fáa nøktandi menningartilboð í Føroyum”.

Fyri jól var kjakast dúgliga um stovnurin skuldi flytast niðan í Mjørkadal. Fleiri fakfólk og Pedagogfelagið vóru ógvuliga ivasom, og settu spurnartekin við hugburðin at avbyrgja børn og ung frá umheiminum og sóknaðust eftir einum pedagogiskum endamáli.

Tað sum er veruleikin hjá hesum ungu nú er:


• Tey royndu starvsfólkini hava sagt upp ella eru søgd úr starvi
• Eingin kennir komandi fysisku karmarnar ella ætlanirnar á økinum
• Visjónir hoyra vit ikki eitt orð um, tykist sum talan er um tøkuoysnir

Vit hava aftur og aftur hoyrt, at ein umskipan og endurskoðan av økinum børn og ung fer fram, og at ein arbeiðsbólkur kemur við tilmælum um stutta tíð. Tað undrar tað spyrjaran, at allar hesar broytingarnar sum eru framdar á økinum verða júst nú, áðrenn tilmælini hava sæð dagsins ljós.

Spyrjarin vil nú fegin vita:


• Metir landsstýriskvinnan, at handfaringin av økinum børn og ung er í tráð við orðini í samgonguskjalinum?

• Hvussu metir landsstýriskvinnan at broytingarnar sum eru framdar á økinum seinastu mánaðirnar hava gagnað teim ungu sum frammanundan vóru á Slóðini?

• Hvørji tilboð eru í løtuni til ung yvir 14, ið annars høvdu farið á Slóðina?

• Metir landsstýriskvinnan, at tað er nøktandi, at børn undir 14 ár og ung yvir 14 ár eru á sama stovni?

• Hví hevur landsstýriskvinnan tikið stig til so víttfevnandi avgerðir á økinum, áðrenn tað er heilt greitt, hvussu økið skal skipast?

• Hvørji manna arbeiðsbólkin sum endurskoðar økið og kemur við tilmælum?


Starvsfólk á Slóðini


Spyrjarin saknar grundgevingarnar fyri uppsøgnunun á Slóðini – stovnurin fyri ung í trupulleikum, sum eru 14 ár og eldri. Hálvan desembur vórðu starvsfólkini uppsøgd. Millum hesi vælútbúgvin starvsfólk, sum í fleiri førum hava drúgvar arbeiðsroyndir á sosialpedagogiska økinum.


Slóðin hevur havt 7 leiðarar seinastu trý árini, starvsfólkini hava aftur og aftur biðið um hjálp til at fáa stovnin at virka betur, men ynski teirra er ongantíð gingið á møti. Sum dømi um, hvussu illa, skipanin virkar, kann nevnast, at fleiri av starvsfólkunum hava fleiri 100 tals avspákingartímar til góðar. Tey ungu á Slóðini hava stórar trupulleikar at dragast við og tørv á serligum og stuðuli frá starvsfólkunum døgnsins 24 tímar.

Starvsfólkini á Slóðini fingu í juli skriv frá Almannastovuni. Í hesum skrivi fingu starvsfólkini tøkk fyri tol og fyri framhaldandi at verða viðvirkin hóast nógva órógv.

Í november sæst lýsing, har søkt verður eftir starvsfólki til Rókina og Slóðina. Freistin at søkja var 24. november. Um hálvan desember verða starvsfólk sett. Men um sama mundi verða starvsfólkini á Slóðini uppsøgd munnliga – skrivliga verða tey ikki uppsøgd fyrr enn í januar í ár.

Øll vita vit, at handfaringin at starvsfólkunum á Famijudeildini var óprofessionell, men hesi høvdu kortini møguleika at søkja starv sítt aftur. So frægt hava starvsfólkini á Slóðini ikki havt og spyrjarin óttast, at framferðarhátturin fer at hava við sær fleiri sjúkrameldingar, ótryggleika og kann hetta ikki annað enn oyðileggja arbeiðsumhvørvið og trivnaðin hjá starvsfólkunum og búfólkunum við.

Spyrjarin hevur samskift við fleiri fólk, sum hava drúgvar royndir á økinum – felags fyri tey er, at tey hava vent økinum børn og ung í trupulleikum bakið. Ikki orsaka av teim ungu – tvørturímóti –men vegna óprofessionellari og óvirðiligari handfaring av starvsfólkum á sosialpedagogiska økinum í longri tíð.

Spyrjarin vil fegin vita:
• Hvørjar eru orsøkirnar til at starvsfólkini á Slóðini blivu uppsøgd?


• Hví verða fleiri nýggj starvsfólk sett, samstundis sum valt verður at siga teim royndu upp?


• Heldur landsstýriskvinnan, at tað er eitt framstig fyri økið børn og ung, at siga royndu starvsfólkunum upp?


• Hvussu heldur landsstýriskvinnan at valdi framferðarhátturin í mun til sosialpedagogiska økið eggjar kvalifiseraðum fólkum at starvast innan økið børn og ung í Føroyum?