Skulu vit hækka blokkin ella sjálvsálitið?

Fólkatingssessirnir kunnu brúkast til:
at hjálpa til við fullveldiskósini og soleiðis tala Føroya søk í Danmark – og um allan heim.
at biðja um fleiri pengar, og tann vegin
hækka blokkin, sum vit herheima vilja lækka.
at grava okkum longur niður í vald, sum vit herheima royna at loysa okkum frá.
Ella
—
Sum løtumynd kann tað tykjast nógv lættari bara at grava okkum longur niður
í danskt vald, – at innføra cpr og undirminera p-talið, at niðurleggja
landsbankan og avtaka búskaparráðið, at forða fyri yvirtøkum, at hækka blokkin
osfr.
Tað kann eisini tykjast nógv lættari at droppa fiskivinnunýskipan,
heilsunýskipan, pensjónsnýskipan. Tað er jú so nógv lættari ikki at taka
ábyrgd.
Men í longdini hevur søgan víst, at tað loysti seg fyri menningina at ganga
sjálvstýrisleiðina. Hon krevur, at vit taka ábyrgd fyri teimum veikastu, fyri
útjaðaranum, fyri heilsuverkinum, fyri menning av vinnulívinum, fyri
minnilutabólkum, fyri umhvørvinum osfr.
At tað gongur væl í Føroyum í dag, er fyrst og fremst tí, at tað gongur væl í
vinnuni, og eisini tí, at vit tóku ábyrgd sum samgonga og tóku nøkur tøk, sum
veruliga kravdi nakað av okkum. Vit kundu valt, at sagt neitakk til allar
nýskipanir og bara biðji danir um at hækka okkum blokkin. Men vit vildu sjálvi!
Vit lótu bylgjurnar ganga høgt. Tað má man viðhvørt! Vit vunnu okkum fram; og
við tíðini enntá so stóra virðing millum fólk, at tá ið andstøðan kom í
meiriluta, vildi hon ikki koyra samgonguna frá, og enn minni vildi hon skriva
út nýval.
Fullveldi er
ikki eitt mál í sær sjálvum. Tað er eitt amboð at koma okkum longur út í heim
sum sjálvstøðug tjóð. Tað tryggjar, at vit fáa teir sessir í altjóða
samfelagnum, sum vit ynskja okkum; – um tað so er Norðurlandaráðið IOC, ST,
EFTA osfr.
At forða fyri fullveldi er at forða fyri sjálvsstøðugum limaskapi í hesum
felagsskapum.
Sambandsflokkarnir skilda okkum nú eina frágreiðing fyri, hví teir velja
amboðið, sum fremur forðingarnar.
Tjóðveldi hevur í fleiri ár greitt frá, hví vit velja amboðið, sum gevur okkum
altjóða møguleikar.
Annita á Fríðriksmørk.