Lýsing

Fólkaskúlin!

Alsamt fleiri og fleiri uppgávur hava frá myndugleikanna síðu verið lagdar á skúlan seinastu nógvu árini. Nógv er eisini til tað betra! Og samanlagt vil eg siga, at skúlin megnar ótrúliga nógv betur í dag at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Men í ávísan mun tykist tað, sum at politiski myndugleikin hevur sæð fólkaskúlan sum ein, ið skal taka á seg nærum allar trupulleikar, sum børn og ung sita við. Har eru børn, sum hava tað gott, og trívast; og børn, sum ikki hava tað gott og mistrívast. Børn, sum læra væl og skjótt, og tey, sum ikki megna tað.

Spennið millum børn í einum vanligum flokki við t.d 24 næmingum er eins stórt sum spennið í samfelagnum annars.

Strongd, diagnosur, ótti fyri framtíðini osfr upptekur nógv uppgávurnar hjá lærarum og starvsfólkum í skúlanum. Og serliga eru tað flokslærarar, sum arbeiða yvirtíð hvørja viku.

Hetta eru alt viðurskifti, sum skúlin sær og er vitni til. Men sum politiski myndugleikin ikki í sama mun hevur víst virðing fyri.

Av álvara átti at verið viðgjørt, um tað ikki hevði verið best, at havt eitt skúlamálaráð fyrst og fremst, sum kundi tikið sær av at hugsa við visjónum og langsiktað, og sum hugsaði fyribyrgjandi. Eitt ráð, sum hugsaði um, hvussu vit fyribyrjgja diagnosum og ótta og mistrivnað. Og sum svaraði spurninginum, hvussu vit best áleggja næmingum og lærarum krøv í i eini sunnari javnvág millum krøv, sum fyrst og fremst mennir næmingarnar, uttan at tað koppar yvir til krøv, sum í ov stóran mun stressa teir.

Uppgáva fólkaskúlans eigur fyrst og fremst í samstarvi við foreldrini at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Fakliga, sosialt og sálarliga. Hetta eiga vit at gera væl og skipað og við rímiligum krøvum til næmingarnar og til lærarar og starvsfólkini í skúlanum.

Hesum vil eg arbeiða fyri.
x við Annitu á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad