Lýsing

Ja-takk ella Nei-takk til Novo Nordisk

Herfyri valdi man at halda uppat við samstarvinum við íslendska bróstkrabbalæknan Kristian Skúli. Hetta hóvaðu mongum illa. M.a mær. Hann var jú kosin at verða besti bróstkrabbalækni i Evropa. Men har var onki at gera. Læknafakliga tilráðingin á landssjúkrahúsinum segði, at hetta mátti halda uppat, tí at øll bróstkrabbaviðgerð skuldi nú savnast á sjúkrahúsið í Danmark.

Landsstýriskvinnan lurtaði eftir fakkunnleikanum, og gjørdi sum rátt var til.

Tá hetta varð gjørt, varð av mótstøðufólkið okkara skotið okkum í skógvarnar, at bara tað var nóg danskt, so var Tjóðveldi nøkt.

Men so gongur ein tíð.
So kemur ein donsk milliardafyritøka Novo-Nordisk-Fonden (NNF) inn á gólvið hjá Heilsumálaráðnum (HIMR) og bjóðar teimum nógvar pengar til diabetisviðgerð. Men treytin er, at føroyska heilsuverkið brúkar fyritøkuna, og at NNF afturfyri fær ein lim í leiðsluni fyri Diabetisviðgerð í Føroyum.

So, hvat er nú til ráða at taka. Medisinalídnaðurin er rættiliga pengasterkur og hevur stór áhugamál í at stýra heilsuverkinum. Ikki bara í Føroyum, men allastaðni.

Ikki tí, í Føroyum hava vit eina vælvirkandi diabetisviðgerð; men tað kann sikkurt heilt víst blíva betri. So hví siga nei-takk. Alt er jú til sølu fyri tann rætta prísin, siga tey. Men hetta snýr seg altso eisini um tað prinsipiella, um man skal lata privatar fyritøkur koma inn í leiðsluna í føroyska heilsuverkinum.

Hetta prinsippið – saman við avmarkaðari orku í Heilsumálaráðnum fær ráðið at svara NNF aftur, at tey ikki ”…på nuværende tidspunkt vil arbejde videre med forslaget…”
Tá ið hetta svarið gert alment, verður skotið Tjóðveldi í skógvarnar, at bara tí, at tað er danskt, so fer Tjóðveldi uppá bakbeinini.

Nei, ikki er tað nemt. Motiv fær man so altíð skotið í skógvarnar. Óansæð.

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður fyri Sambandi og John Johannessen, fyrrverandi heilsumálaráðharri fyri Javnaðarflokkin kritisera avgerðina og mátan, tað varð svarað fyritøkuni. Hetta kemur fram í skriving teirra á facebook.

Skilji báðar, sum at teir heilt víst harmast um fyrivarni frá HIMR, og um, at man hevur lagt málið á ís.
Slík harmaljóð kunnu illa tulkast sum annað, enn at teir báðir høvdu takkað ja, um teir enn sótu við valdið. Og tað undrar meg.

Um man skal siga ja-takk til NNF, við teirri treyt, at tey fáa umboð í leiðsluni fyri Diabetis í Føroyum, so hevur man brotið við eitt prinsipp.

Og sigur man ja har, hví so ikki siga ja á øðrum økjum við. T.d ja-takk til fyritøku, sum ger medisin til sálarsjúk, um tann fyritøkan bjóðaði okkum pengar, og afturfyri fekk eitt umboð í leiðsluna fyri psykiatriska depilin.

Og ja-takk til fyritøkuna, sum ger medisin fyri kolesterol, um hon afturfyri fekk umboð í leiðsluna fyri hjartasjúkur, osfr.

Skilji, at ávísir yvirlæknar í Føroyum hava kritiserað avgerðina hjá landsstýriskvinnuni. Onkur lækni er tíverri enntá komin við kritikki um politisk motiv. Men kemur hesin við fakligum grundgevingum fyri, hví, tað er skilagott at lata privatum innivist í leiðsluna í føroyska heilsuverkinum, so lurti eg.

Hvussu er og ikki: Eg vóni, at fakkunnleikin kemur inn á banan og viðgerð, um tað er, og hví tað er skilagott at lata NNF koma inn í leiðlsuna í føroyska heilsuverkinum.
Her er ongin orsøk hjá einum leikfólki at verða katagoriskt ímóti, men kanska tey, sum anfekta avgerðina hjá HIMR, kunnu koma við sínum ískoyti til kjakið. Ikki bara um mátan HIMR valdi at svara, men um tað prinsipiella, um man skal flyta seg frá fakligari leiðslu til eisini at lata privatum innivist í føroyska heilsuverkinum – afturfyri pengar, væl at merkja.

Tað er heilt víst eitt kjak vit hava fyri neyðini, um vit skulu flyta okkum á hesum sera prinsipiella økinum.

Og serliga nú, tað er lagt eitt ávíst trýst frá nógvum síðum – frá høgru og vinstru og enntá frá læknum – á landsstýriskvinnuna um at loyva NNF innivist í leiðsluna í føroyska heilsuverkinum.

 

Annita á Fríðriksmørt, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad