Lýsing

Ein fíggjarlóg fyri allar føroyingar

Avlop var sum kunnugt á Fíggjarlógini fyri árið 2016, og fyri 2017 vísa nýggjastu tølini 205 milliónir í yvirskoti. Slíkt yvirskot hevur ikki sæð sín líka í mong ár! Um vit hyggja árini frá 2008-2015, so hava allar fíggjarlógirnar havt hall, men við hesari fíggjarlóg og játtanarkørmunum hjá hesum landsstýrinum fram til 2021, so fer Føroya fólk at síggja vaksandi avlop, íløgur í fólkavøkstur og sjálvbjargni. Vit síggja eisini á fíggjarlógini fyri 2017, at ríkisveitingin verður lutfalsliga minni partur av tí føroyska búskapinum.

Sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar

-tað lovaði henda samgongan!

Vit lovaðu Føroya fólki, at vit skuldu lætta um hjá lág- og miðalløntum, og tað gjørdu vit bæði í 2016, tá hesir borgarar fingu ein skattalætta á 137 mió, sum eisini er ein partur av okkara búskaparvøkstri. Frá 1. jan hækkar barnafrádrátturin til børn undir skúlaaldur við 42%, úr kr. 6.500 upp í kr. 9.200 pr. barn árliga pr. barn undir 7 ár. Henda samgonga hevur bøtt um korini hjá teimum fíggjarliga sperdu familjunum, hevur givið teimum ringast stæddu familjunum ein glotta í dagligdegnum, ið tey veruliga hava brúk fyri, eisini nú tað stundar til jóla.

Búskapargrunnurin er nú samtyktur, og fyrstu 23 mió er komnar í hann. Eftir fíggjarlógini í 2017, og við hesum uppskotinum koma einar 40 milliónir afturat í grunnin í 2017 av tí stóra avlopinum. Barsilsskipanin er longd við 6 vikum, og hetta fegnast nógvar føroyskar familjur um. Lestrarstuðulin til okkara ungu, framtíð okkara, er hækkaður, og næstu 3 árini kemur lestrarstuðulin at vera á kappingarførur við okkara grannalond. Fróðskaparsetrið fær 4 milliónirii oøktari játtan til nýggjar útbúgvingar. Vit økja játtanina til fiskivinnuroyndir, vinnugransking, marknaðarføring av Føroyum sum maritimur tænastudepil og til talgilding av Føroyum. Akfarsskráin á lendingini í Svínoy verður gjørdur. Demensætlanin er tryggjað. Tað verður lættari at gerast íverksetari, føroyska rossið fær stuðul, og skúlabókagerð til miðnám fær nakað meir, Kris verður ment o.s.fr. Her er almikið av frálíkum ætlanum og málum fyri 2017.

 

Skúla- og mentanarpakkin
Samgongan hevur ætlanir um at styrkja møguleikarnar úti um landið. Tí avgjørdi samgongan í millum aðru og triði viðgerð at seta pening av til at fyrireika ymsar skúlaaætlanir kring landið, so betri grundarlag verður undir einum virknum skúlapolitikk komandi ár. Peningur verður settur av at fyriskipa Húsarhaldsskúla í Klaksvík, so byggingin kann fremjast í 2018, og ikki í 2022, sum undanfarna samgonga hevði í síni íløguætlan. Játtaður verður peningur at fyrireika eftirskúla í Suðuroy, til ítróttarháskúlan í Vági og til ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, -eitt framfýsið og spennandi tiltak. Musikkskúlin fær økta játtan, og Sjónám í Klaksvík fær 750 tús. kr. til ábøtur á hylin, ið skal emaljerast.

Fíggjarlógin fyri 2017 speglar virðisøking, varsemi og sjálvbjargni, tó ymiskt ivaleyst kundi verið betri. Eg fari at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt happadrúgt komandi ár.

 

Óluva Klettskarð

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad