Lýsing

Nýtt tjóðsavn og styrkt søvn um landið

Vit eiga at hugsa nógv meir um minnið og søgu okkara, tjóðsavn og søvnini kring um landið.

 

Flest allar framkomnar tjóðir hava gott tjóðsavn, ið goymir landsins søgu og ber okkara ungu sum eldri hana. Ofta eiga tjóðsøvnini teir týdningarmestu bygningarnar í høvuðsstøðum kring um í heiminum.

Tá tosað verður um at styrkja og menna tjóðina, so er tjóðsavn onki aftari enn Tjóðleikahús.

 

Tjóðveldi ynskir at byggja nýtt tjóðsavn.

Men vit skulu sanniliga eisini undir eina skipaða tilgongd at styrkja um savnsarbeiðið her á landi.

Føroya Fornminnissavn, sum býtir stuðulin til bygdasøvnini kring landið, er eitt økið, ið myndugleikarnir eiga at raðfesta.

 

Hetta er gjørt í alt ov lítlan mun í undanfarna samgonguskeiði. Og eg fari at arbeiða fyri, at fornminni og savnsarbeiðið verða meira virt. At vit fara undir at byggja nýtt og at vit fáa fornminnini kring landið uppraðfest.

Tí søguleyst fólk er støðuleyst fólk!

Óluva Klettskarð, valevni fyri Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad