Lýsing

Heimsins besta fólkaskúla

– Heldur enn sterka miðstýring skulu skúlar, skúlaleiðarar og lærarar hava størri frælsi og ábyrgd at menna skúlarnar og útinna høvuðsmálini í fólkaskúlalógini á fjølbroyttan hátt. Læraraútbúgvingin skal mennast, lærarayrkinum til heiðurs og æru, og fólkaskúlin gerast heimsins besti.

 

Kreativ læra er týdningarmikil

Í hesum samgonguskeiðinum hava vit dagført fólkaskúlalógina við endamálinum at styrkja kreativa læru. Broytingin í fólkaskúlalógini heimilar skúlum at nýta tveir tímar av undirvísingartímatalinum til at menna lærugreinir innan handaverk og list, sang, vallærugreinaskipan og møguleika at økja læraratímar í flokki, har neyðugt er.

Við broytingunum fer at bera til at arbeiða fjølbroyttari, og møguleiki verður hjá leiðsluni at fáa sett umráðandi undirvísingarátøk í verk. Harafturat er samfelagsfrøði nú lærugrein, og næmingar fáa betri innlit í sín gerandisdag og kunnleika til samfelagið, m.a. fólkaræði, rættindi og skyldur, altjóðagerð og at handfara miðlarnar.

Og tí er eisini ein talvráðgevi komin inn um skúlagátt.

Vit hava eisini sett skúlaleiðaraútbúgving á stovn, eina útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu, ið skal eggja og stimbra upp undir ein betri og tilvitaðan skúla.

Men enn er langt á mál….

 

Hvussu fáa vit so heimsins besta fólkaskúla?

Við ýtunum dygd og krøv skulu vit fara til verka. Gransking er ein vegur at fremja ein betri skúla. At kenna læru og læruumhvørvi til fulnar er besta grundarlag undir einum betri skúla. Vit mugu skapa umstøður fyri gransking í okkara egnu skúlaviðurskifti í nógv størri mun. Tí spurningarnir eru mangir. Er skúladagurin ov langur? Eru ov nógvir næmingar í flokkinum? Eru umstøður til kreativa læru o.s.fr.

Læraraútbúgvingin skal eftirmetast og styrkjast. Útbúgvingin hevur uppiborið betri rásarúm á Fróðskaparsetrinum. Økta játtanin til setrið fer mær vitandi í størstan mun til nýggj økir – alt gott við tí, fleiri dygdartilboð skulu vit menna. Men tíðin er nú komin til at styrkja sjálvt flaggskipið í skúlasøgu okkara. Hetta gera vit bæði við dyggum granskingarparti og við tí dagligu frálæruni og praktikmøguleikunum. Vit skulu í størri mun leggja okkum eftir at skapa upp aftur fleiri dygdargóð tilboð til tey læraralesandi og seta krøv til okkum sjálv á hesum økinum.

Tá vit skulu meta um dygdina á okkara læraraútbúgving, og tá vit ætla at betra um læraraútbúgvingina, so mugu vit geva øllum vágskálunum ans. Hvussu fáa vit góðar og egnaðar lesandi? Hvussu høgt skal støði á útbúgvingini vera? Hvussu skipa vit útbúgvingina? Hvussu klára næmingar okkara seg í altjóða royndum? Og hvussu fáa vit mótstøðuførar lærarar í dagliga arbeiðinum?

Hetta metingararbeiðið eigur at verða gjørt við tí fyri eyga, at vit vilja hava bestu læraraútbúgving og heimsins besta fólkaskúla. Ti onki er nóg gott til børn okkara og tey ungu.

 

Saman við tær…

Hugurin, førleikin og vitanin hjá einstaka menniskjanum er grundvøllurin í einum og hvørjum samfelag. Besta tilfeingið er børnini og tey ungu. Ti skulu vit stremba eftir, at øll børn og ung í heimsins besta landi eisini skulu ganga í heimsins besta skúla.

Við tínari atkvøðu fari eg at arbeiða fyri einum dyggum skúlaverki. Saman við tær, barn, ungdómur, lærari, skúlaleiðari og foreldur havi eg hug at fara undir at fáa okkum heimsins besta fólkaskúla.

 

Óluva Klettskarð,
Tjóðveldi

 

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad