Lýsing

Fara vit at speaka enskt?

Hvønn dag samskifta børn sínámillum á útlendskum máli ella umvegis útlendskt mál.

Tá børn okkara fara til songar á kvøldi, samskifta og biðja tey góða nátt á útlendskum. Og tá børn okkara vakna og biðja góðan morgun, so er tað á fremmandum máli.

Tí telefonin dugir ikki føroyskt.

Eg hoyri oftari og oftari frá foreldrum, at børnini spæla saman á enskum. Tað er cool at tosa enskt.

 

Í stórari lesikanning svara yvir helvtin av føroysku børnunum, at tey brúka ensk orð, tá tey mangla ella ikki kenna føroyska orðið. Og 30 % siga, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey eru saman við vinfólkunum.

Í Føroyum skal øll tøkni, ætlað børnum og ungum í gerandisdegnum, so sum snildtelefonir og teldlar samskifta á føroyskum máli.

Hjá okkum skal tøknin vera tænari og ikki harri.

Greitt og einfalt: vit skulu skipa gerandisdagin á føroyskum við greiðum málpolitikki og føroyskum loysnum til tøkni ætlað børnum!

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad