Lýsing

Svimjing skapar trivnað og góða heilsu

 

Svimjingini tørvar munandi bøttar umstøður í Tórshavnar Kommunu.

50m. svimjihylur er tí ovarlaga í raðfestingini av átøkum, sum vit eiga at fremja í komandi býráði. Eisini eigur svimjihøllin at verða ment til eitt nógv størri spælistað, har børn og familjur og einstaklingar kunnu verða upp í fleiri tímar ein dag, um tey ynskja tað.

Svimjihylur og virksemi rundanum hann er við til at økja um trivnaðin og heilsuna hjá øllum “sløgum” av borgarum í kommununi:

Har er elitan, sum venur dagliga.
Har eru børn og ung, sum svimja nakrar ferðir um vikuna við Havnar Svimjifelag.
Har eru svimjikappingarnar, har fólk úr øllum landinum koma at kappast.
Har eru allar barnafamiljurnar, sum svimja regluliga.
Har eru Morgunfrúurnar, og tiltikna fundarvirksemi hjá teimum í hitarúminum.
Har eru ferðafólkini. Ein ferðavinna fær stórt gagn av at kunna bjóða ferðafólkunum ein spennandi svimjihyl.
Harumframt vita vit, hvussu góð svimjing er fyri kropp og sál.

Svimjing man verða tann ítróttargrein, har heilsan fær sum mest burturúr hjá flestu aldursbólkum. Góðar svimjiumstøður eru tí heilsufyribyrgjandi, mennir um trivnaðin og økir um tilboðini hjá okkum øllum!

Má okkara vón verða at 50m hylurin umframt svimjiland, sum so leingi hevur verið lovað, nú fer frá at verða eitt vallyfti til veruleika.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad