Lýsing

Familjur raðfestast

Familjur í føroyum eru ymiskar, alt ov ymiskar. Summi børn hava alt teimum tørva, og tað er gleðiligt og gott. Skuggamyndin er tó ikki vøkur, tá ið summi børn fáa ikki luttikið í fríttíðarítrivum og spæli á jøvnum føti við javnaldrar. Summi fara svang í song. Tað finnast veruliga hart sperd foreldur í Føroyum beint nú.

AKUTT!!
Avrikið hjá samgonguni seinastu fýra árini er, at vit hava eina syndarliga støðu í dag har um 300 familjur liva í fátækraváða, tað svarar lættliga til eina heila føroyska bygd. Tað skal og eigur sambært øllum vanligum hugburði at skera í hjarta tá sakarleys børn skulu liva so, alt meðan tey ríku hava fingið ein skattalætta ið kostaði 300 milliónir at fíggjað.

Tá Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot um at finna 10 milliónir, fyri at lyfta hesi fólk upp á eitt tolandi støði at liva á, tá bar ikki til, og uppskotið fall. Eftir stendur so at støðan enn er bráfeingis.

Velja tit Tjóðveldi, so skulu tit vita at tað verður fari beint til verka. Støðan er ótolandi, og persónliga vil eg ikki hava at slíkar eyðmýkjandi raðfestingar verða gjørdar í Føroyum. Um somu flokkar so koma við lyftum nú til valið, ja mær nýtist ikki at siga meir.

Barnsburðarfarloyvi

Vit hækka barnsburðarfarloyvi upp í eitt ár.

Barsilsskipanin verður lagaligari, einstaka familjan kann skipa seg sum hon vil.

Til dømis skal mamman kunna arbeiða hálva tíð eftir 8 mðr, og taka resterandi 4 mðr innan barnið fyllur 5 ár (eitt dømi).

Velur tú Tjóðveldi, verður Føroyar eitt lagaligt og frælst stað hjá barnafamiljum at virka.

Hvar skulu vit búgva ?

Bústaðir er politiska amboðið, ið byggir leiguíbúðir og lestraríbúðir. Vit fara politiskt at tryggja at húsaleigan verður á einum støði har familjurnar megna at rinda húsaleiguna. Velur tú Tjóðveldi ert tú vís/vísur í at vit miðja ímóti einum fjølbroyttum bústarmynstri í Føroyum, har vit ikki einans hava risastór sethús til milliónaupphæddir, men at tað ber til hjá øllum at finna sømuligan bústað á rímiligum kostnaðarstøði.

Hesi mál er flokkurin saman um. Vit biðja um títt álit á flokkin.

Takk fyri

Emil Hermansen
Títt Tjóðveldisvalevni

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad