Lýsing

Føroyskar Føroyar

Tjóðveldi er eitt sterkt orð, ið vekir sterkar kenslur í fólki. Hetta er ein flokkur, ið veruliga er proaktivur og framskygdur, ein flokkur og rørsla, ið fyri langari tíð síðani hevur sett sær eitt aðalmál og hevur stríðst fyri, at vit Føroya fólk skulu gerast sjálvstøðug tjóð, sama hvussu leingi tað kemur at taka. Eitt mál, ið gevur øllum føroyingum sama samleika, stoltleika, ábyrgdarkenslu, hug og dirvi at lyfta í felag.

Vónandi vita tey flestu í dag, at vit IKKI tosa um eina ræðusøgu, har vit kvetta alt samband við umheimin eitt myrkt vetrarkvøld, fyri síðani at hvørva av heimskortinum – tvørtur ímóti. Talan er um eina skipaða tilgongd, ið miðvíst, yvir tíð, minkar ríkisveitingina burtur. Tað finst einki hald í, at okkum tørva hesa veiting yvir tíð. T.d er BTÚ seinastu fýra árini vaksið við 2,5 milliardum krónum. Tað svarar jú til nærum fýra blokkar.

Tilfeingið í havinum hevur eitt virði áðrenn tað verður fiska. Hesum eigur landið at hava inntøkur av umvegis ein skipaðan markna, har rávøran verður keypt frá Føroya fólki, og sjálvandi skal ein slík skipan mennast yvir tíð. Tað snýr seg ikki um at pilka vinnulívsfólk niður, men at leggja um til eina burðadygga og rættvísari skipan fyri allar partar, ið har afturat virðir, at fólkið eigur tilfeingið.

Við heimtøku av loftrúminum og loftferðsluni fáast eisini nýggjar inntøkur til høldar, og eisini eiga vit sjálvandi at fáa alt KT-virksemi hjá bankunum aftur á føroyskar hendur og styrkja alla KT-vinnuna sum heild.

Veruleikin er, at vit allatíð hava økt okkara sjálvsræði. Mótstøðan hevur allatíðina verið har, og aftur stig hava eisini verið, men alt vit hava tikið heim, og øll rættindi vit hava vunnið, eru øll glað fyri ídag , hóast vit enn eiga at tillaga okkara skipanir til føroysk viðurskifti.

Leiðsla við hugsjón

Samfelagið hevur tørv á einari politiskari leiðslu, ið virðir sítt mandat vegna fólki í Føroyum. Ein politisk leiðsla, ið ikki trumlar stórmál ígjøgnum, ið bert tæna teimum fáu. Ein løgmann, ið ikki sigur ósatt fyri okkara høga tingi. Eina leiðslu, ið arbeiðir fyri at betra korini hjá tí stóra skaranum av føroyingum, ung sum gomul, eisini tey, ið ikki hava somu møguleikar, førleikar og umstøður at klára seg sjálvi.

Vit standa nú yvirfyri einum stórum uppruddingar arbeiði reint politiskt, har so at siga øll politisk øki skulu til viðgerðar. Tað ber ikki til, at fólk skulu fara svong til songar, at fólk uppgeva vónir um eina útbúgving ella at seta búgv, at heisluverki er ein tannleys leyva, alt meðan, at vit hava eitt BTÚ hægri enn danir. Um tú sum eg ynskir skil aftur í landsins politisku skipan, vil eg við hesum bjóða tær at seta krossin út fyri mítt navn undir Tjóðveldi á valdegnum.

Títt tjóðveldisvalevni
Emil Hermansen

 

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad