Lýsing

Meir enn 1 vinna

At hava ein búskap ið byggir á okkara tilfeingi í sjónum er náttúrligt, tað er tó ómetaliga umráðandi at vit altíð leggja okkum eftir burðadyggari veiðu, so komandi ættarlið eisini kunna troyta ríkidømi ið er okkum givið í framtíðini. Inntøkur frá brúksgjaldi av ognini hjá øllum Føroyingum sum fiskurin í sjónum er, hetta eigur so innlýsandi at koma øllum Føroyingum til góðar t.d. við at lætta avgjalds og skattatrýst. Hetta er altavgerandi at fáa framt í samráð við servitanina í landinum. Vinnan skal eisini kunna rekast við vinningi og virðisøkingin av tilfeinginum er ein náttúrligur leistur at leggja seg eftir vinnuliga og politiskt. Hetta snýr seg um at vit Føroyingar noyðast at seta kós fram ímóti eini framtíð har vit hava eina vælvirkandi vinnu við størri avkasti til Føroya fólk.
Aðrar vinnugreinar
Vit hoyra tað øll, hava altíð hoyrt tað eisini, at vit mugu menna nýggjar vinnugreinar og skapað nýggjar og fjøltáttaðar inntøkur. Eg kundi ikki verið meiri samdur. Og vit hava í okkara landi ómetaliga nógv nýhugsandi og dugnalig fólk.
Vit hava Fróðskaparsetur og gransking, ið sum heild skal mennast og styrkjast. Tað er umráðandi at tað verður gjørt skilagott, at vit lurta væl eftir royndum og vitan á leiðini fram. Vit skulu hava fleiri útbúgvingar at bjóða fram. Lestraríbúðir til einar 2500 krónur eru ávegis longu nú,Íverksetan eigur at raðfestast og vit skulu sjálvandi hava sterkt fokus á KT-vinnuna, hesir eru førleikar ið mugu mennast sum heild her heima. Eg vil arbeiða fyri at KT í størst møguligan mun kemur at verður ment í Føroyum.

Emil Hermansen
Tjóðveldi

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad