Lýsing

Minnist tú ?

Emil_Hermansen_Heimasidumynd_600x450

Emil Hermansen løgtingsvalevni í Suðurstreymoy fyri Tjóðveldi

Nú valstríðið er byrjað, er tað næstan sum um at alt í verðini ber til upp á standandi fót. Enn meir áhugavert er at síggja summar flokkar skifta ham, knappliga at vilja hjálpa teimum tostandi. Nú vilja teir ið hálovaðu flatskattin knappiliga gera hann meiri progressivan. Gamaní, tað vilja vit eisini í Tjóðveldi og hava allatíð víst á skeivleikan við at tey lægst løntu ikki fingu nóg stóran ágóða av skattalættanum. Vit ikki hava broytt ham bara tí val er í nánd. Vit loypa ikki frá høgru til vinstru, frá sjálvstýsisleið til at hækka blokkin. Tjóðveldi er ein støðugur flokkur við málum og miðum. Vit hava álit á evnini hjá okkara dugnaliga fólki í Føroyum. Viðvíkjandi hamskifti í politikki, ein gamal maður segði fyri stuttum “ fylg við millum valini, har finst sjón fyri søgn ”.

Politiski ruðuleikin seinastu fýra árini er sjón fyri søgn? Minnist tú ?

Eg bjóði tær at seta krossin við við Emil Hermansen á valdegnum.

 

Emil Hermansen

Tjóðveldisvalevni

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad