Lýsing

Hvat verður av føroysku ullini ?

Bjørt Samuelsen hevur sett Johan Dahl ein § 52a fyrispurning um innsavnan av føroyskari ull sum rávøru til klædnaframleiðslu

Fyrispurningur um innsavnan av føroyskari ull sum rávøra til klædnaframleiðslu, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, at svara skrivliga eftir TS § 52a
1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir fyri, hvussu stimbrast kann undir, at føroyska ullin verður innsavnað og kemur til høldar?
2. Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær at ullin, heldur enn at fara til spillis, verður tøk sum rávøra til sniðgevingar- og klædnavinnuna?
3. Metir landsstýrismaðurin, at nøkur av verandi stuðulsskipanum fyri vinnumenning kunnu nýtast at gera tað lønandi fyri bøndurnar at lata ullina inn?
4. Um ja, hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær, at hetta kann skipast?
Viðmerkingar:
Ein stórur partur av føroysku ullini verður  burturbeind, og fer soleiðis fyri skeyti, heldur enn at verða nýtt sum rávøra í klædnaídnaðinum. Føroysk sniðgeving og klædnaframleiðsla hava seinastu árini veruliga tikið dik á seg, og tað er heilt eyðsýnt, at her liggja stórir møguleikar fyri framleiðslu bæði til heimamarknað og til útflutnings. Hóast stórur partur av hesi framleiðslu byggir á ull, so kemur føroyska ullin bert í avmarkan mun til høldar. Tørvur tykist vera á skipaðum infrastrukturi fyri innsavnan og hagreiðing av skinnum og ullini. Privatar fyritøkur hava tikið ímóti ullini, men lønsemið er ov avmarkað fyri bøndurnar.  Tí er áhugin at lata ullina inn ov lítil.
Ímeðan 40 tons av ull vórðu innsavnað í fjør, eru einans 6 tons komin inn í ár. Hetta kom fram í samrøðu sum útvarpið hjá KVF gjørdu við Árna Brattaberg, stjóra á ullavirkinum Sirri. Fæst ein innsavningarskipan ikki at virka, verður sostatt lítil og eingin rávøra at spinna tógv burturúr. Og tað verður sjálvsagt eitt stórt bakkast fyri føroyska klædnaframleiðslu. Føroysk sniðgeving og binding er í stóran mun við til at branda Føroyar uttanlands.
Spurningarnir verða settir við teirri vón, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur boð uppá loysn at tryggja rávørugrundarlagið undir hesi fyri Føroyar so týðandi vinnu.
Á Løgtingi 9.nov 2014
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad