Lýsing

Hjartans tøkk fyri stuðulin 💚

Av hjarta takki eg tykkum, sum stuðlaðu Tjóðveldi á løgtingsvalinum. Ein serstøk tøkk til tykkum 759 kring landið, ið vístu mær persónligt álit á valstøðunum Argir, Eiði, Fossanes, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Funningur, Giljanes, Gøta, Hósvík, Húsavík, Hvalba, Hvalvík, Kaldbak, Klaksvík, Kollafjørður, Kvívík, Leirvík, Nólsoy, Oyndarfjørður, Oyrabakki, Runavík, Skáli, Skopun, Skúvoy, Sørvágur, Strendur, Toftir, Tórshavn, Tvøroyri, Vágur, Velbastaður, Vestmanna og Viðareiði.

Tykkara stuðul er mín og okkara styrki, og eg skal gera mítt besta at liva upp til álitið

Tað var og er ein fantastiskt kensla at vera partur av einum góðum og væl samansjóðaðum liði við so einastandandi stuðlum og bakkum, sum altíð eru til reiðar at taka eyka tøk

Hjartaliga tillukku Høgni HoydalSirið StenbergHervør PálsdóttirAnnika Olsen og Dennis Holm við tingsessunum. Og til okkara góðu valevni – tit eiga øll lut í tí, sum vit nú vónandi fáa møguleika at fremja.

Av hjarta takk!

Bjørt Samuelsen

tingkvinna fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad