Lýsing

Gongd í haga

Tað er lætt at finna eina skilagóða loysn uppá tað sonevnda “trupla” málið um gongd í haga.

 

Av einhvørjari orsøk er málið blivið gjørt nógv meira fkøkt enn neyðugt er. Tí tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki hjá føroyingum at farið í hagan, um spurt varð um loyvi frammanundan. Bóndafelagið og óðalsfelagið eru harafturat í holt við at finna praktiskar loysnir á hesum partinum av málinum, sum sostatt er við at loysa seg sjálvt.

 

Støðan í dag viðvíkjandi ferðavinnuni er tann, at útlendskar ella føroyskar ferðaskrivstovur senda ferðafólk á gongutúrar kring landið, og taka pengar fyri tað. Samstundis liggur onki eftir hjá teimum, sum varða av jørðini. Sjálvandi ber hetta ikki til, og ter neyðugt at gera eina skipan við, at ferðafólk ikki kunnu fara út um bøgarðarnar uttan ein føroyskt skrásettur ferðaleiðari er við teimum, og at tey hava goldið fyri at fara í hagan, um tey sum varða av haganum krevja hetta. Óðalsfólk og festarar hava ræðisrættindini yvir høgunum, og hesi kunnu tí eisini siga nei til ferðavinnu, um tey ynskja tað.

 

Vit mugu minnast til, at tey sum varða av føroysku náttúruni til dagligt eisini eru tey sum kenna hana best. Tí eru bæði náttúra og heiðafuglur best vard av teimum, sum fara um hana til dagligt.

 

Ronnie Thomassen

valevni á lista E

Ronnie Thomassen

Deil hesa grein umvegis
468 ad