Lýsing

Kom í gongd

”Nú er nokk tosað, kom í gongd!”

Og so fóru teir annars í gongd við at brúka út móti einari milliard úti í Nólsoyarfirði. ”Her skal onki kannast, kom í gongd”, sær eisini út til at hava verið arbeiðssetningurin, tá botnkanningarnar blivu spardar burtur. Ein sparing á uml 7 milliónir í mun til eina verkætlan á hundratals milliónir. Arbeiðið við Eysturoyartunnlinum hevur annars víst, at tað liggur eitt tjúkt mórulag á einar 60 m. omaná tunnlinum, so tað skuldi verið løgið, um als ongin móra liggur í Nólsoyarfirði. Men nei: ”Her skal onki kannast, kom í gongd!”

 

Veik konstruktión

Í halgubók stendur at lesa um mannin, sum bygdi hús sítt á sand. Men tað var eyðvitað meira enn halgabók, sum onkur ikki kendi nóg væl, tá farið varð í gongd við at byggja nýggja havnalagið á mórubotn. Tí óvist av hvørji orsøk bleiv avgjørt at gera bryggjuna sum eina sonevnda spunskai, í staðin fyri at byggja hana við betongkistum, sum er ein munandi sterkari konstruktión. Ein spunskai verður vanliga gjørd har tað ikki er ábært, men í hesum føri er opið fyri havalduni. Kombinatiónin av mórubotninum, havalduni og eini veikari konstruktión gjørdi, at spunsveggurin ikki helt, og komast mátti aftur um. Kostnaðurin av hesum er ókendur, men slíkt er hvat kann henda, tykist vera hugsanin.

Nú ljóðar, at konstruktiónin er við at fara fyri aðru ferð…

 

Lærdu vit nakað?

Hetta er í verueikanum ein tragikomisk søga um impulsivar politikarar, sum hava brúkt teirra demokratiska mandat á ein rættuliga óhepnan hátt. Tí løgið nokk er tað ikki altíð ein fyrimunur at ”koma í gongd”, áðrenn ein hevur hugsað seg um. Við rættstundis umhugsni var niðurstøðan kanska blivin, at meira mátti kannast áðrenn bygt varð, og at betongkistur blivu brúktar eins og gjørt varð tá molin í síni tíð bleiv bygdur. Landsynningur og mórubotnur er ikki nøkur góð kombinatión, men útvið ein milliard eru óluksáliga nógvir lærupengar.

Tað veljarin kanska kann læra av søguni er, at tað ikki altíð loysir seg at velja politikarar, hvørs hugsunarháttur byggir á ”Nú er nokk tosað, kom í gongd!”, og hevur myndir av sær hangandi kring alla kommununa. Kanska er tað munin skilabetri at velja fólk í býráðið, sum duga at brúka ”rættstundis umhugsni”.

 

Ronnie Thomassen, valevni á lista E

 

Ronnie Thomassen

Deil hesa grein umvegis
468 ad