Lýsing

Hava rotturnar valrætt?

Tað er gott at vera rotta í Havnini. Seinastu árini hava býráðspolitikarar víst seg sum sannir rottuvinir, og gjørt sítt til at fjølga og nøra um rottustovnin. Tí kloakirnar í býnum eru í einum slíkum standi, at hesar eru sum eitt paradís fyri rotturnar. Og síðan ein fyrrverandi borgarstjóri gjørdi av at minka munandi um játtanina til endurnýgging av kloakkunum, hava býráðspolitikarar givið rottunum eitt trygt heim í mong ár framyvir. Talan er í verulieikanum um eitt stórt bústaðarpolitiskt frambrot fyri rotturnar, sum býráðið hevur allan heiður uppiborið fyri. Somuleiðis er hetta eisini ein aktivur familjupolitikkur, rottunum at frama.

 

Spillivatnskunngerðin

 

Í 2009 kom tann sonevnda spillivatnskunngerðin sum m.a. miðaði ímóti, at allir spillivatnstrupulleikar í landinum skuldi verða loystir í 2015. Hetta kravdi sjálvandi, at nóg mikið av peningi bleiv sett av til at uppfylla krøvini. Men í staðin avgjørdi táverandi býráðsmeiriluti at minka játtanina til endurnýggjan av kloakkunum. Og síðan hava politikararnar á parnassinum billað sær sjálvum inn, at tey kunnu fáa nógv meira fyri minni. Havnaborgarar kunnu akkurát tað sama venja seg til kloakklukt í mong ár framyvir, tykist hugburðurin at vera. Og rotturnar hava tað so gott, at ein skuldi trúð tær høvdu valrætt.

 

Ein ørvísi hugsunarháttur

 

Tað kundi annars hava verið ørvísi. Kommunan kundi brúkt tíð og orku uppá at gjørt mátingar sum greitt søgdu, hvar tær gomlu og sundursorlaðu kloakkirnar liggja. Síðan skuldi ein munagóð upphædd verið sett av til at endurnýggja kloakkirnar øki fyri øki. Slíkt tekur bæði tíð og er kostnaðarmikið, men er neyðugt um borgarin skal raðfestast fram um rotturnar. Tó kann ein altíð vóna, at alt hetta endar við, at vit og skil verður sett fremst, so at haldgóðar langtíðar loysnir kunnu finnast á kloakkviðurskiftunum í øllum býnum.

 

Ronnie Thomassen, valevni á lista E

Ronnie Thomassen

Deil hesa grein umvegis
468 ad