Lýsing

Tjóðpallur á Viðarnesi

Nógv kenna tað, hóast tað liggur hinumegin knøttin. Operahúsið í Sydney er sjáldsama vakurt at líta á, og liggur á einum tanga í stóru havnini í býnum. Tey flestu hava ivaleyst eisini hoyrt reypið hjá íslendingum um Harpuna, sum eisini liggur út til sjógvin. Men kanska eru tað vit, sum kunnu reypa av okkara tjóðpalli um nøkur ár?!

 

Hetta átti at havt verið eitt mál, sum savnaði alla tjóðina. Men undanfarna býráð samtykti, at Tjóðpallurin skuldi vera á Skálatrøð. og síðan er staðsetingin av Tjóðpallinum blivin eitt typiskt føroyskt klandursmál. Meira enn 2000 undirskriftir blivu innsavnaðar ímóti staðsetingini á Skálatrøð, men avgerðin er enn ikki formliga broytt.

 

Ein vinnarasøga

 

Um vit í staðin royna at hugsa eitt lítið sindur størri og øðrvísi, kann klandursmálið blíva til eina sólskinssøgu.

 

Niðri á Viðarnesi standa nakrir oljutangar, sum ætlanin hevur verið at flutt í mong ár. Teir standa á leigaðum øki, sum kommunan eigur, men leigumálið endar um nøkur fá ár. Verða oljutangarnar fluttir, er eitt øki tøkt, ið er umleið dupult so stórt, sum økið á Skálatrøð. Har er pláss fyri eini rúgvu av parkeringsplássum, eins og økið longu er í broyting frammanundan. Staðsetingin á Viðarnesi er so góð, at Tjóðpallurin kann blíva ein bygningur í heimsflokki, eins og t.d. operahúsið í Sydney, um vit handfara málið rætt.

 

Mentan og vinna hond í hond

 

Staðsetingin á VIðarnesi merkir, at Tjóðpallurin kemur at liggja við síðuna av trolvirkinum hjá Vónini, men hetta nýtist ikki at verða ein trupulleiki. Verður rætt atborið, kann hetta gerast eitt livandi prógv um, at mentan og vinnulív eisini kunnu ganga hond í hond.

 

Á henda hátt hvørvur klandrið um Skálatrøð, har størsta parkeringsplássið í býnum fær frið. Tað burdi verið til gleði fyri tey mongu privatfólk eins og vinnurekandi, sum hava víst á praktisku trupulleikunar, staðsetingin av Tjóðpallinum á Skálatrøð hevði havt við sær.

 

Vónandi eydnast tað í staðin at skapa eina vinnarasøgu við at byggja  ein Tjóðpall í heimsflokki á Viðarnesi.

 

Ronnie Thomassen, valevni á lista E

Ronnie Thomassen

Deil hesa grein umvegis
468 ad