Lýsing

Samstarv ríkar, bidding bindur

Flokkar tykjast brádliga detta um beinini hvør á øðrum fyri at geva dýr vallyfti – uppá nakkan av danska skattgjaldaranum. Hetta er ikki virðiligt, og ikki serliga samhaldsfast, nú vit eru minst líka rík, um ikki ríkari, enn danir. Gott at hoyra, at umboðini fyri tjóðskaparvongin hava álit á egnari megi, og nokta at spæla jólamenn uppá nakkan av øðrum. Einki er sum kunnugt ókeypis, og slettis ikki, at binda seg fastari at donskum pengum.

 

Á jøvnum føti

Sjálvandi skulu vit kunna samstarva við onnur lond um at fíggja mál, sum gagnar báðum pørtum. Men tað eigur altíð vera á jøvnum føti. Tað gera vit longu í nógvum førum. Eitt nú eru vit partur í granskingar-samstarvinum millum londini í Evropa. Vit gjalda fyri at vera við, og kunnu harvið á jøvnum føti søkja um stuðul til verkætlanir, sum gagna okkum og teimum. Í Norðurlondum hava vit ókeypis atgongd at lesa hvør hjá øðrum. Ein javnsett avtala. Vit samstarva við onnur lond um heilsutænastur, har vit gjalda fyri viðgerð av sjúklingum okkara uttanlands, mest í Danmark og nakað í Íslandi (vit kunnu keypa heilsutænastur aðrastaðni, um vit ynskja). Vit luttaka í arbeiði við stovnsrøkt og at umsita felags fiskastovnar. Og nógv, nógv annað. Tíbetur.

 

Tað er ein veldigur munur á at vilja vera partur í einum javnbjóðis samstarvi og so at bidda um pengar til útbygging av samfelagi okkara, sum vit sjálvi eiga ábyrgdina av. Tað fyrra skapar virðing og harvið møguleikar. Tað seinna ger, at onnur ikki trúgva uppá, at vit megna sjálv. Tað legitimerar støðuna hjá donskum stjórnarleiðarum: At gjalda merkir at valda. Og tað órógvar og tekur ábyrgdina frá landsins stjórn og Løgtinginum at raðfesta útbyggingar í Føroyum.

 

Góðu tit, sum vilja hava danir at gjalda tunlar og alskyns yvirtikin mál: Hyggið, hvussu ómetaliga stór fet, vit saman hava tikið seinastu 30 árini, í mun til at gerast fíggjarliga óheft av útlendskum pengum.

 

Seinast vit sóu hesa stóru trongd at fara til Danmark eftir meira pengum, var tá sama landsstýrið, sum nú situr, fór biddaragongd at fáa 200 milliónir meira í blokki (Fólkaflokkurin átti fíggjarmálaráðharran). Teir vórðu vendir í hurðini, tí danir sóu lítla meining í at hækka blokkin. Tey høvdu annað at brúka pengarnar til, og tað er væl skilt.

Latið okkum ikki missa vunnið land og vunnið vald. Men standa saman um, at sjálvandi skulu vit samstarva, men altíð á jøvnum føti. Ikki nakra bidding, sum bindur. Men samstarv, sum ríkar.

Tað verður eisini uppgáva mín á Fólkatingi, fái eg títt álit.

(Teksturin kemur við teldutalu á mín facebookvanga)

 

Bjørt Samuelsen

valevni til Fólkatingið

Tjóðveldi

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad