Lýsing

BARA TÍ HON ER KVINNA?

“47 ferðir menn og einaferð eina kvinnu” kundi verið heitið á einum filmi ella  dokumentari um fólkatingssøgu okkara. Hagtøl eru altíð áhugaverd. Tí tey siga søgur. Og hóast flestøll siga, at veljast skal eftir førleikum, so vísa tølini, at brekkan sum heild tykist væl brattari hjá øðrum kyninum. Vónandi ikki “bara, tí tær eru kvinnur”.

Fýra av fimm

Hevur tað so týdning, hvørt tað er ein kvinna ella maður, sum umboðar Føroyar? Í prinsippinum ikki. Týdningarmest er, at tey, vit velja, hava bestu førleikarnar. Men, um tað einans eru førleikar, sum telja, so kann ein undrast yvir, at fyri hvørjar fimm veljarar, sum settu krossin til seinasta Fólkatingsval, so valdu fýra teirra ein mann. Og á topp-15 listanum var ikki ein einasta kvinna. Hetta hóast lutfallið millum kvinnur og menn, sum vóru uppstillaði, var lutfalsliga javnt.

Nú hugsar tú kanska, ánei, hon vil hava meg at velja seg, tí hon kvinna. Hon eltir sítt egna deiggj. Jú, eg eri kvinna. Men, nei, eg haldi ikki at nakar veljari skal velja nakran – hvørki mann ella kvinnu – sum tey ikki halda vera skikkað til uppgávuna at umboða land okkara á Fólkatingi.

Hvussu brøtt er brekkan?

Fólkatingið, sum vit kenna tað í dag, varð skipað í 1953. Fyrsta kvinnan í Føroyum sum bjóðar seg fram til ein fólkatingssess, er skyldkonan Jona Henriksen í 1971. Tað ganga 30 ár, áðrenn fyrsta – og einasta kvinnan higartil – verður vald á Fólkating. Tað var Lisbeth L. Petersen fyr Sambandsflokkin í 2001.

Nú eg bjóði meg fram til Fólkatingið, so taki eg sjálvandi av, vísir veljarin mær álit. Eftir drúgvar royndir í politikki og lívinum annars, eri eg til reiðar at gerast næsta kvinna, sum fer til arbeiðis fyri land okkara á Fólkatingi. Har vil eg arbeiða fyri okkara rættindum og málum. Men spurningurin er, hvørt mítt kyn er ein fyrimunur? Avgjørt ikki, um ein brúkar hagtølini sum mát.

47 ferðir maður, einaferð kvinna

Síðani Fólkatingið var skipað eftir verandi leisti, eru føroyingar 24 ferðir farin á val at velja tvey umboð á Fólkating. Ella til samans 48 sessir. Í hesar sessir hava vit 47 ferðir valt ein mann og bert einaferð eina kvinnu. Ofta sama mann sum seinast, tí flestu fólkatingsmenn hava verið drúgvir í sessunum.

Varafólkini øll hesi árini hava eisini verið menn, við fáum undantøkum, tá eitt nú Annita á Fríðriksmørk fyri Tjóðveldi og Barbara G. Apol fyri Javnaðarflokkin sótu stutt skeið sum varafólk. Hendingaferð hevur hava kvinnur tó nærkast toppinum. Til dømis hevur Annika Olsen tvær ferðir verið toppskorari á teirra lista, tó uttan at koma á Fólkating, tí flokkurin hennara gjørdist ov stuttur. Havi sjálv eisini roynt at enda sum nummar tvey á lista E. At gerast fyrsta varafólkið á listanum, hevur størri týdning nú, eftir at flokkarnir fyri nøkrum árum síðani gjørdu av, at fólkatingsumboðini ikki sita á Løgtingi samstundis. Tá kann tað merkja ein fólkatingsess.

Kvinna ella maður. Vit vilja øll verða vald eftir okkara førleikum og av áliti frá veljaranum. Einki annað. Soleiðis er eisini við undirritaðu. Tað er, um veljarin metir, at mín rødd er ein greið og sterk rødd, sum ALTIÐ VERÐUR TIL ARBEIÐIS FYRI FØROYAR.

Tølini eru at finna á netinum og á frálíku nýggju síðuni Valúrslit.

Bjørt Samuelsen

Valevni til Fólkatingið

Tjóðveldi

 

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X