Lýsing

Ítøkilig og dagførd fakta um ríkisveitingina eru neyðug

“Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at klára seg sjálvar fíggjarliga,” tað sigur Bjørt Samuelsen, sum í dag hevur sett Una Rasmussen fyrispurning um ríkisveitingina og fíggjarligt sjálvbjargni.

“Seinastu árini er bruttotjóðarúrtøkan vaksin, eins og kommunurnar hava átikið sær stórar sosialar útreiðslur, sum fyrr lógu á landskassanum. Flestu flokkarnir á tingi siga seg vilja arbeiða fyri fíggjarligum sjálvbjargni. Skal metast um, hvat ið krevst fyri at niðurlaga restina av rískisveitingini og gerast fíggjarliga óheft at øðrum landi, so er neyðugt at taka kommunubúskapin við í roknistykkið. 

Frá 1. januar 2002 varð ríkisveitingin skorin við einum góðum triðingi. Tá táttaði ríkisveitingin í eina milliard krónur. Tí verður spurt um ríkisveitingina sum part av almenna búskapinum árið fyri og árini eftir blokkniðurskurðin. 

Ríkisveitingin ella blokkurin er áhaldandi ein sentralur lutur í kjakinum um møguleikarnar fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin og eitt sjálvstøðugt land. Ítøkilig og dagførd fakta um búskaparviðurskifti eru neyðug, skal kjakið vera sakligt og ítøkiligt.”

Spurningarnir eru soljóðandi:

  1. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum? 
  2. Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum var ríkisveitingin í 2001? 
  3. Hvørjar hava inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið hesi árini við og eftir 2001, og hvussu stórur partur av inntøkunum hevur ríkisveitingin verið?
  4. Hvørjar hava almennu útreiðslurnar verið hesi somu ár, og hvussu stórur partur av útreiðslunum hevur ríkisveitingin verið?  
  5. Hvør er føroyska bruttutjóðarúrtøkan í løtuni í mun til ta donsku og onnur grannalond, og hvussu stórur partur av føroyska BTÚ er ríkisveitingin?

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X