Lýsing

TEKNMÁL ER MÓÐURMÁL MÍTT!

Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at teknmálsorðabókin kann fullførast og víðarimennast? Havi sett landsstýrismanninum í mentamálum fleiri spurningar í sambandi við teknmál og eina væl útbygda teknmálsorðabók.

 

Teknmál er móðurmál mítt! Orðini eigur Meifríð Hansen, sum á 50 ára haldinum hjá Deyvafelagnum herfyri í fyrilestri leiddi okkum ígjøgnum lívið og gerandisavbjóðingar hjá deyvum og fólki, ið hoyra illa. Hon vísti á flestøll øki í samfelagnum og í einum vanligum gerandislívi, har vit kunnu virka og liva – verða vit ikki forðaði av væntandi møguleikum at samskifta. Men ein partur av landsins borgarum hava ikki møguleikan at samskifta á jøvnum føti við tey flestu. Hesin fyrilestur setti nógvar tankar í gongd. Tað er so nógv, ið vit sum samfelag og sum borgarar kunnu gera, fyri at gera lívið hjá fólki við avbjóðingum so nógv lættari.

 

Millum frásøgufólkið í Kongshøll henda dagin, var eisini Jan Zachariassen, ið sum smádrongur varð sendur úr trygga heiminum í Norðagøtu til Danmarkar fyri at læra teknmál. Jan var, eins og fleiri systkin hansara, føddur deyvur. “Endeliga, endeliga slapp eg heimaftur”, fortaldi Jan við teknmáli, um tá hann 12 ára gamalur loksin slapp á deyvaskúla í Føroyum.

 

Teknmál er móðurmálið hjá nógvum føroyingum her heima og uttanlands. Føroyska teknmálið er eins nógv móðurmál teirra, sum tað talaða føroyska er mítt. Hvussu vongskerd kenna vit okkum ikki, sleppa vit ikki at brúka mál okkara í dagliga samskiftinum við onnur? Um forðingar eru allastaðni?

 

TEKNMÁL VIÐURKENT MÁL

Føroyska teknmálið varð í 2017 alment viðurkent, og í lógini um Málráð varð ásett, at: “Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið.” Væl mentar orðabøkur eru ein grundarsteinur undir at varðveita og víðarimenna eitthvørt mál. Ein teknmálsorðabók finst á fo.signwiki.org. Henda orðabók er tó langt ífrá liðug. Tað er trupult at menna eitt mál, eru neyðugu amboðini ikki tøk og orkan avmarkað.

 

Tað er oftari reglan enn undantakið, at tiltøk og alment ljóðtilfar ikki verður teknmálstulkað. Fert tú inn á heimasíður hjá land og kommunum, so kanst tú helst finna eina upplestrarfunku, men nærum við vissu onga funku, sum umsetir ljóð til teknmál. Atgongd er til almenna og privata tulkatænastu, men tilboðini eru avmarkað.

 

Skulu vit hava eina nøktandi teknmálsorðabók krevst játtan, og at onkur verður settur við løn at gera arbeiðið. Ein væl útbygd orðabók er eitt av fleiri neyðugum átøkum fyri at gera teknmál munandi meira atkomuligt og gjørligt at brúka allastaðni í samfelagnum. Og fyri at geva fólki – okkum øllum – lætta atgongd til møguleikan at læra teknmál. Í føroysku teknmálsorðabókini eru nú umleið 1.400 tekn, men skal orðabókin veruliga avspegla teknmálið, eiga tað at vera fleiri túsund. Til samanbering kann nevnast, at í íslendsku teknmálsorðabókini eru nú savnaði nærum 12.000 tekn.

 

SPURNINGARNIR

Umframt omanfyri nevnda spurning, spyrji eg landsstýrismanin, hvussu nógv hann metir, at tað kostar at fáa gjørt teknmálsorðabókina lidna, so hon í dygd og vavi kann sammetast við móðurmálsorðabøkur? Hvussu stór er almenna játtanin til hetta arbeiði? Hvussu metir landsstýrismaðurin tað gongur at “… røkja, menna og verja føroyska teknmálið”, soleiðis, sum lógin um Málráð ásetir? Og at enda um landsstýrismaðurin ætlar at taka nøkur stig fyri at tryggja varðveitslu og víðari menning av føroyska teknmálinum og atkomu til málið í almenna rúminum. Um ja, hvørji?

 

Spurnigurin https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10133 verður svaraður í hesi vikuni.

 

Bjørt Samuelsen

tingkvinna fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X