Lýsing

Hetta má vera skemt harra løgmaður!

Føroya løgmaður heldur tað vera eitt gott hugskot at seta á stovn eitt stjórnarráð fyri ríkisfelagsskapin. Eitt aðalráð, sum teir konservativu enntá ætla skal fevna um yvirtikin málsøki, eitt nú heilsumál. Enn eitt fet at binda okkum fastari. Helt fyrst, at Bárður Nielsen, løgmaður føroyinga, mundi hava skálkin aftanfyri oyra, tá hann í útvarpinum rósti hugskotinum. Men nei, tað var ramasti álvari.

Álvaratos, harra løgmaður. Stjórnarráð fyri ríkisfelagsskapin í Keypmannahavn hevur eittans endamál: At styrkja hjálandaveldið og binda Føroyar og Grønland tættari at Danmark, og harvið royna at køva viljan og tráanina hjá hesum londum at taka fulla ábyrgd av egnum viðurskiftum. Eg hevði kanska skilt tað, um ein sambandsløgmaður arbeiddi fyri BETRI javnvág í ríkisfelagsskapinum. Men beinleiðis at stuðla undir, at geva dønum enn meira vald, er púrasta burturvið. Eisini av einum sambandsløgmanni, hvørs fremst áhugamál eigur at vera, at verja vunnin rættindi og tala sak føroyinga.

Løgmaður heldur tað vera praktiskt at savna førleikarnar – ikki í Føroyum, men í Danmark. Hann ætlar í fullum álvara at stuðla hugskotinum, at ein ráðharri verður settur at arbeiða við føroyskum og grønlendskum viðurskiftum burturav. Ein ráðharri, ið skal vera loyalur yvirfyri donsku – ikki føroysku – stjórnini. Vinna teir borgarligu valdið í Fólkatinginum kann hetta sostatt gerast veruleiki við hjálp frá føroyska umboðnum. Tað má ikki henda!

Bárður Nielsen og sitandi landsstýrið hava sum er longu avreitt ivaleyst av valdi til onnur at umsita. Við orðum løgmans í dag, er markið so ríkiliga rokkið!

Bjørt Samuelsen

tingkvinna fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad