Rættur okkara at veiða, eisini springara, við ábyrgd!
Havbúnaðarfelagið vil banna springaradrápi. Gera vit tað, so verður næsta kravið at banna grindadrápi. Ynskja vit sum veiðitjóð at standa saman um at verja rættindi okkara at veiða burðardygt, so ber illa til at friða springara, uttan so, at stovnurin er hóttur.
Tað er væl skilling, at alivinnan ynskir hetta bannið, tí tað rakar sjálvandi meint, tá eitt illa umhugsað stórdráp á springara, kostar milliónir í útflutningi. Men. Sleppa vit prinsippinum um rætt okkara til at veiða havsins tilfeingi burðardygt, so er tað bláoygt at halda, at tað fer at steðga við springara. Trýstið á grindadrápið hevur vart í áratíggju, við skiftandi styrki. Riggar tað at steðga springaraveiðu við handilsforðingum og mótmælum, so riggar eisini at steðga veiðuni av grind, við at leggja enn størri trýst á Føroyar og føroyskar útflutningsfyritøkur.
Tað er framhaldandi mín greiða støða, at vit eiga at halda fast í rættinum at troyta havsins tilfeingi. Og vit eiga ikki at lata kenslur ella trýst, hvørki frá umheiminum ella stórum fyritøkum forða hesum rættinum.
Men! Tað liggur ein ovurhonds ábyrgd á okkum at tryggja, at veiðan er burðardygg og ábyrgdarfull! Tað má vera ófrávíkiligt, at vit fylgja galdandi reglum fyri skilvísari veiðu. At vit ikki taka meira av stovninum, enn ráðiligt er. Tryggja, at drápini altíð fara fram skjótt og effektivt og uttan óneyðuga djórapínslu. Og, at líkasæla ella brot á hesar reglur fær fylgir.
Vit eiga at verja rætt okkara at troyta havsins tilfeingi – burðardygt, væl skipað og lógligt. Hóast tað ikki loysir avbjóðingina hjá útflutningsvinnuni, so eigur tað at muna væl, um vinnan veruliga kann skjalprógva fyri umheiminum, at talan er um burðardygga og ábyrgdarfulla veiðu.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna fyri Tjóðveldi