Lýsing

Mugu lofta “the giant leap” fyri føroyskan film! 

Nú legðist BBC afturat viðurkendum sjónvarpsrásum, sum fara at senda TROM. Filmsrøðina hjá Torfinni Jákupsson, ið byggir á skaldsøgur hjá Jógvani Isaksen, og sum REinvent Studios framleiðir saman við KYKmyndir hjá Jón Hammer og Truenorth. TROM, sum verður frumsýnd á Viaplay 13. februar (havi ilt við at bíða!) er einki minni enn eitt Giant Leap – eitt mánalop – fyri føroyskan film. Land og kommunur eiga at lofta hesum og av álvara fara undir at tryggja framtíðina fyri føroyskan film. 

Afturberingarskipanina til film, framleiddur í Føroyum, gjørdi undanfarna samgonga fyri at eggja filmsfólki at koma higar at framleiða spælifilmar og filmsrøðir. Fyri hvørja krónu, sum verður afturborin, eru 4 kr brúktar og settar í umfar her. Men, tað standa einans 200 túsund kr á teirri kontuni, og tað røkkur ikki langt – hóast eitt brot í nýggjasta James Bond filminum var úr Kalsoynni. 

Í 2020 eydnaðist við góðum kreftum at fáa 4 milliónir kr eyka á kontuna, markað TROM. Tað var stórt! Ikki minni at síggja, tá tey byrjaðu upptøkurnar til  fyrstu føroysku filmsrøðina, framleidd til altjóða marknaðin.  

Men á eftirfylgjandi fíggjarlógum vóru aftur einans smápengar til afturbering. Har hómast eingin greið visjón ella ambisjón um, at vit í Føroyum skulu kunna framleiða eina røð ella ein dygdar spælifilm árliga. Vit eru annars í beinharðari kapping við grannalond, ið eisini eiga tølandi náttúru, og sum rulla reyða langteppið út, við nógv betri skipanum, tí tey vilja filmsvinnuna. 

Hetta kann koma at merkja, at TROM II, sum eg ikki ivist í verður veruleiki, fer at verða framleidd aðrastaðni, kanska í Íslandi. 

Samgongumeirilutin feldi uppskot okkara um at fáa gjørt eina heildarætlan fyri føroyska filmsframleiðslu. Men, vit MUGU leggja eina greiðari ætlan fyri, hvat vit vilja við føroyskum filmi, og gera neyðugu íløguna. TROM gevur momentum. Løtan er nú, til av álvara at fastsmíða karmarnar fyri Føroyum sum filmslandi. 

Fólkini hava vit og grundarlagið til at menna førleikarnar á teimum mongu fakøkjunum, sum filmur krevur. Vit mugu seta MIÐVÍS MÁL soleiðis, at filmur – umframt at vera eitt sterkt og neyðugt mentanaríkast – eisini kann gerast ein veruligur vinnuvegur í Føroyum, við breiðari fakligari menning og nógvum kreativum størvum!

Var sjálv so heppin at sleppa at síggja tey gera upptøkur til ein part, á gamla Bacalao í Havn. Í filminum er hetta løgreglustøð. Tað var næstan eitt sindur surrealistiskt at uppliva sjónleikarar og framleiðslufólk, føroyingar og útlendingar – ágrýtin og í djúpari hugsavning – skapa krimirøðina, mitt í gerandisdegnum hjá okkum. Ein røð, ið er seld fleiri altjóða rásum. Yesss! TROM vísir í so mangar mátar hvat, ið ber til, er vilji og áræði til tess. 

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X