Lýsing

Hvør heldur um endan á koronustrategiini?

Hvør hevur evstu ábyrgdina av koronustrategiini í Føroyum? Hendan spurning munnu mong seta sær í hesum døgum, nú støðan við koronu (óneyðugt) er vorðin so álvarsom. Ellivu fólk eru innløgd, nærri 7-800 eru staðfest smittað, og dagliga leggjast tíggjutals afturat. Fleiri læknar og serfrøðingar hava rópt varskó og mæla til fleiri fyribyrgjandi tiltøk. Fult samsvar er ikki ímillum teir boðskapir, sum ymiskir myndugleikapersónar og so landsstýrið koma við.

Føroyar liggja í toppinum í mun til smittu og innleggingar á sjúkrahúsi, lutfalsliga í mun til fólkatalið, og eru sostatt farin frá at vera tey bestu til at teljast millum tey aftastu í Evropa, tá talan er um at avmarka koronusmittuna. Við rættstundis umhugsni, kundi land okkara framvegis verið rímiliga smittufrítt.

At døma eftir mongu spurningunum frá fólki í almennu miðlunum, so er sera ógreitt, hvør ætlanin er í mun til at avmarka smittuna, og hví tilmæli frá farsóttarnevndini ikki altíð verða fylgd. Løgmaður nevnir javnan landsstýrið í sambandi við tiknar avgerðir, samstundis, sum eitt umboð fyri landsstýrið framvegis alment setir spurnartekin við nyttuna av koppseting, og harvið eisini við koronustrategiina hjá landsstýrinum. Eitt annað umboð úttalar eitt privat á almennu miðlunum, og eitt annað sum ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk.

Politisku flokkarnir á tingi frætta tíðindi gjøgnum miðlarnar og mugu seta almennar fyrispurningar, fyri at fáa svar upp á nógvu spurningarnar. Løgmaður hevur higartil frávalt at kalla flokkarnar saman javnan til at kunna um og viðgera støðuna og ætlarnirnar fyri framman. Í flestu londum, vit sammeta okkum við, royna politisku leiðslurnar hinvegin at savna flokkar um løgdu ætlanirnar.

Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at “vit í landsstýrinum” hava valt. Men er landsstýrið yvirhøvur samt um, hvussu farast skal fram? Ella er tað minsti felagsnevnari, tað, flest í landsstýrinum kunnu vera samd um, sum er orsøkin til ráðaloysið, sum tykist valda, ímeðan koronavirusið hevur fingið frið at nørast og spjaðast, sum ongantíð áður?

Orsaka av hesum ógreiðu kommandolinjunum, setti eg í gjár løgmanni nakrar skrivligar fyrispurningar: Hvør hevur evstu ábyrgdina av koronustrategiini í Føroyum? Hvør tekur endaligu avgerðina um tey fyribyrgjandi átøk, sum landsstýrið velur at seta í verk, og hvør tekur endaligu avgerðina í teimum førum, har tilmæli frá farsóttarnevndini ikki verða fylgd? Hvat merkir tað, tá løgmaður sigur “tá valdi mann”, “vit hava valt” ella “valdu vit í landsstýrinum” – eru tað landsstýrisfólkini í felag, partar av landsstýrinum, meirilutin av landsstýrinum ella nakar annar saman við hesum, ið sipað verður til, tá løgmaður umrøður tiknar avgerðir? Í hvussu nógvum førum, hevur løgmaður/heilsumálaráðharrin/landsstýrið/partar av landsstýrinum valt ikki at fylgja ávísum tilráðingum frá farsóttarnevndini? Er nøkur langtíðar koronustrategi løgd, og um ja, hvør leggur/hevur lagt hesa?

Hetta er sonevndur §52a fyrispurningur, ið løgmaður skal svara innan 10 yrkadagar.

Nógv er helst hent til tað tíð, men vónandi verða svarini greið. Ikki minst er tørvur á at fáa at vita, hvør ætlanin er í einum langtíðarhøpi.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad