Lýsing

Bjørt spyr um avbjóðandi støðuna hjá útróðrarflotanum

Spurningar:  

  1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at gera nakað fyri at styrkja og hjálpa útróðrarflotanum? 
  2. Um ja, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at tey, sum liva av útróðri, hava líkinda kor og treytir soleiðis, at útróðurin framvegis kann vera livibreyð teirra?
  3. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um, at leiðir, sum hava verið grundarlagið undir snellufiskiskapi, kunnu avmarkast ella heilt friðast fyri línu?

Viðmerkingar:

Søguliga hevur útróðurin havt stóran týdning fyri Føroyar, og hevur skapt arbeiði til nógvar hendur kring landið. Men útróðrarvinnan hevur tað trupult í dag. Trupult er hjá teimum flestu at fáa endarnar at røkka: Talið av útróðrarbátum er nógv minkað, miðalaldurin á útróðrarmonnum er høgur og tilgongdin av ungum avmarkað. 

Sum umboð fyri útróðrarflotan javnan vísa á, so er húkaflotin kroystur frá øllum síðum. Útróðrarbátarnir hava ikki í sama mun sum aðrir bólkar í heimaflotanum fingið eina stuðlandi hond. Snelluflotin verður hart kroystur av línuni, og tað kundi verið ein bati, um leiðir, ið hava verið grundarlagið undir snellufiskiskapi, verða avmarkaðar ella friðaðar fyri línu. 

Tað er neyðugt at taka ávaringarnar og neyðarrópini frá útróðrarvinnuni í álvara og gera reglur, sum trygga grundarlagið hjá teimum, sum hava útróðurin sum livibreyð.

Um ætlanin er, at útróðrarflotin skal yvirliva, eigur okkurt munagott at verða gjørt beinanvegin.

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad