Lýsing

Fyrispurningur um sjúkudagpening og trygging fyri tónleikarar

Nr.  /2020

Bjørt Samuelsen
løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a

 

Fyrispurningur um sjúkudagpening og trygging fyri tónleikarar, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

 

1.      Metir landsstýrismaðurin, at dagpeningatryggingin, sum sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu tekna, í nóg stóran mun loftar tónleikarum, ið eru sjálvstøðugt vinnurekandi, og hava sera sveiggjandi inntøku?

2.      Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at tónleikarar, sum sjálvstøðugt vinnurekandi, kunnu detta niðurímillum, tá tey gerast sjúk, tí tey ikki eru nóg væl vard av vanligu dagpeningaskipanini ella sjálvbodnu tryggingini fyri sjálvstøðugt vinnurekandi?

3.      Metir landsstýrismaðurin, at kravið um skilnað millum A-inntøkur og B-inntøkur, fyri at fáa sjúkradagpening sambært tryggingini, er rímiligt, tá arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – í fleiri førum velja at gjald løn fyri arbeiði út sum A-inntøka, heldur enn sum B-inntøka, hóast talan ikki er um føst størv?

4.      Vil landsstýrismaðurin tryggja, at skipanin við dagpeningi og dagpeningatrygging í sambandi við sjúku, loftar tónleikarum, sum liva av tónleikinum, eins væl og øðrum vinnurekandi?

 

Viðmerkingar:

Inntøkan hjá tónleikarum, eins og listafólki annars, sum burturav liva av handverki sínum, sveiggjar í flestu førum nógv. Tónleikarar forvinna ofta størra part av inntøku síni ávísa árstíð og hava so lítla inntøku aðrar partar av árinum.

Sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær, hava, um tey gerast sjúk, rætt til dagpening eftir vanligu reglunum í lóg um dagpening vegna sjúku. Dagpeningurin verður útgoldin eftir seinastu skattskyldugu ársinntøku, og verður vikuliga útgjaldið roknað sum 1/52 partur av hesari. Av tí at íløgur í útgerð og annað hjá sjálvstøðugt vinnurekandi verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni, kann útrokningargrundarlagið í sambandi við dagpengar gerast so lágt, at tað ikki ber til at liva av.

Tí er gjørd ein skipan fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, har til ber at tekna ein trygging, sum gevur dagpening, tá sjúka rakar. Tryggingin kann veita 80% av eini arbeiðsmannaløn, í tíðarskeið har sjúka ella skaði forða tí sjálvstøðugt vinnurekandi at arbeiða. Millum treytirnar fyri at fáa útgjald eftir hesi trygging er: “at umleið 75 % av inntøkuni hjá tær skulu stava frá sjálvstøðuga virkseminum (B-inntøka, vinningsbýti og líknandi).” Er treytin viðvíkjandi inntøkuni ikki lokin, dettur tryggingin burtur.

Hetta kravið er, sum skilst, ein trupulleiki fyri fleiri sjálvstøðugt vinnurekandi, ikki minst tónleikarar. Tí flestu tónleikarar, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi, liva av ógvuliga samansettum uppgávum og inntøkum. Eitt nú fyri ein part at spæla tónleik á spælistøðum, og so at hava samansettar avtalur um uppgávur yvir longri tíðarskeið. Tað kann vera at undirvísa í nakrar vikur, ella at spæla fast á ávísum staði í eina mánað ella tveir um summarið. Talan er sostatt ikki um fast arbeiði í vanligari merking. Kortini velja fleiri arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – at gjalda samsýningina út sum A-inntøku, og ynskja ikki gjalda eftir rokning, sum B-inntøka. Tá verður, sambært reglunum, henda inntøka ikki roknað sum “inntøka frá sjálvstøðuga virkseminum”. Í hesi støðu er tað sera ivasamt, um tað loysir seg fyri ein tónleikara at tekna trygging, sum kostar fleiri túsund krónur árliga, tí vandi er fyri, at tryggingin ikki tekur við, tí farið er um markið fyri A-inntøku.

 

Á Løgtingi, 29. januar 2021

 

Bjørt Samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad