Lýsing

Bjørt spyr, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at hjálpa hart sperdu ferðavinnuni.

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a

Fyrispurningur um álvarsomu støðuna í ferðavinnuni, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

 

1.      Hevur landsstýrismaðurin lagt eina ætlan fyri at hjálpa ferðavinnuni, so hon skjótt kann koma á beinini aftur, tá støðan við koronu er avhæsað?

2.      Umhugsar landsstýrismaðurin heilt ella lutvíst at endurnýggja hjálparpakkarnar, sum eru farnir úr gildi, til dømis leingja teir til næsta vár, ella annað?

3.      Hvussu metir landsstýrismaðurin støðuna vera hjá ferðavinnuni, serliga tí parti av vinnuni, sum hevur mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum orsakað av koronu?

4.      Hvussu væl metir landsstýrismaðurin, at hjálparpakkarnir hava hjálpt mest útsettu ferðavinnuni, og hava teir hjálpt vinnuni eins væl og ætlað?

 

Viðmerkingar:

Ferðavinnan er meint rakt av koronu, og partar av vinnuni hava mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum. “Støðan er álvarslig hjá flestu veitarum í ferðavinnuni. Meðan tað eru fyritøkur, sum hava mist upp í 90 prosent ella meira av sínum umsetningi, so hevur vinnan undir einum helst mist upp móti 75 prosentum av samlaðu inntøkunum”, verður stjórin Visit Faroe Islands endugivin fyri at siga í blaðnum VIKUSKIFTI.

Í vár tóku flokkarnir á tingi allir undir við at gera átøk fyri at hjálpa vinnuni, so vinnan hevði møguleika at hóra undan koronu, og fyri at bjarga arbeiðsplássum í ferðavinnuni. Fleiri í vinnuni hava víst á, at hjálparpakkarnir hava verið ov avmarkaðir og virkaðu í alt ov stutt tíðarskeið.

Løgtingið viðger í løtuni hjálparpakka til flogvinnuna fyri oman fyri 100 mió. kr. Somuleiðis viðger Løgtingið uppskot um heimild at avmarka og/ella steingja matstovur og skeinkingarstøð, ið, um heimildin verður brúkt, fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur samsvarandi hjálparpakka. Eingi onnur boð ella signal um hjálp til restina av útsettu ferðavinnuni eru komin úr landsstýrinum.

Stórir partar av ferðavinnuni kenna seg tí tala fyri deyvum oyrum, sum fleiri úr vinnuni hava víst á í miðlunum.

Arbeiðsloysið er lágt, so fólk, sum missa størv í ferðavinnuni, fáa í flestu førum annað arbeiði. Ferðavinnan bløðir, ikki bert fíggjarliga, men eisini tí hon missir fakliga væl skikkað fólk, marknaðir og hjá fleiri stendur húsagongd í durinum.

Vinnan kann læna pening, men nógvar av fyritøkunum hava ikki møguleika at skuldarbinda seg enn meira. Útsett mvg fyri 1. ársfjórðing fellur til gjaldingar 16. november, sum er eyka byrða hjá fleiri, eisini hóast tey fáa avdráttaravalu við TAKS.

Verður bakkastið ov stórt fyri ferðavinnuna, fer hetta at síggjast sera væl aftur í føroyska búskapinum.

 

 

Á Løgtingi, 5. november 2020

 

Bjørt Samuelsen

 

 

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X